Masterritgerðin

Masterútbúgvingin í føroyskum máli og bókmentum endar við eini masterritgerð, sum telur 38 ECTS, og eini ritgerðarverju, sum telur 2 ECTS. Masterritgerðin verður skrivað og latin inn í 4. lestrarhálvu, men fyrireikandi arbeiðið verður gjørt í 3. lestrarhálvu, ið telur sum eitt skeið á 10 ECTS.  

Ritgerðin skal prógva evnini hjá tí lesandi at nýta vísindaligt ástøði og háttalag í sjálvstøðugum arbeiði við einum ávísum evni. Tann lesandi velur ritgerðarevnið í samráði við vísindastarvsfólk á deildini. Útbúgvingarleiðarin skal góðkenna, og dekanurin skal staðfesta evnið. Masterritgerðin kann vanliga ikki viðgera sama evni, sum áður hevur verið brúkt til uppgávuevni ella próvtøkuevni á master- ella bachelorútbúgvingini. Lesandi fáa tillutað ein vegleiðara. Vanliga skal ein av undirvísarunum í føstum starvi á Føroyamálsdeildini virka sum vegleiðari, men í stakføri kann deildin góðkenna annað serkønt fólk sum vegleiðara.

Masterritgerðin skal vera 80-120 síður.  

Ein samandráttur (úrtak) á enskum skal vera fremst í ritgerðini.

Letur lesandi ikki masterritgerð inn til ásetta freist, ella um tann lesandi ikki stendur fyrsta próvtøkuhøvi, hevur tann lesandi nýtt eitt próvtøkuhøvi.

Setrið ásetuir tá nýggja innlatingarfreist, ið er 3 mánaðir eftir fyrstu freistina. Samstundis verður ein tillagaður spurdómur góðkendur til ritgerðina. Letur lesandi ikki inn til seinnu freistina ella ikki stendur próvtøkuna, hevur tann lesandi nýtt enn eitt próvtøkuhøvi. Lesandi kunnu tó fara til próvtøku eina triðju ferð við tillagaðum, góðkendum spurdómi. Um nevndu mannagongdir og freistir ikki verða hildnar, verður tann lesandi útskrivaður uttan endaligt prógv

Nærri kunning um og krøv til masterritgerðina eru lýst í námsskipanini, skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.