Praksislæran
Á triðju 3. lestrarhálvu skulu lesandi í akademiska praksislæru, sum telur 25 ECTS. Hetta merkir, at avtalað verður gjørd millum tann lesandi, Fróðskaparsetrið og eitt føroyskt arbeiðspláss. Á hesi lestrarhálvuni skulu lesandi arbeiða við eini fakligari frágreiðing, og luttaka í seminarvirksemi á Setrinum. Praksislæran endar við eini munnligari próvtøku, sum tekur støði í praksislærufrágreiðingini.
Nærri kunning um og krøv til praksislæruna fæst í námsskipanini, skeiðslýsingunum (skeid.setur.fo) og á Moodle.