Bachelorritgerð

Bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði endar við eini bachelorritgerð, sum verður skrivað á 8. lestrarhálvu, og sum tilsamans telur 20 ECTS. Í bachelorritgerðini skulu lesandi brúka ástøði og háttaløg í mun til í sambandi við kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm. Til ber at skriva ritgerðina sum einstaklingur ella í bólki á í mesta lagi 4 lesandi. Lesandi fáa vegleiðara til bachelorritgerðina. Um ritgerðin verður skrivað einsæris, fatar hon í mesta lagi um 72.000 tekn við millumrúmum, umframt forsíðu, innihaldsyvirlit, samandrátt, bókmentalista og fylgiskjøl. Um ritgerðin verður skrivað í bólki, verða í mesta lagi 12.000 tekn løgd afturat fyri hvønn persón. Ritgerðin kann tó í mesta lagi verða 108.000 tekn til støddar. Førleikin at stavseta og málbera seg verður mettur í bachelorritgerðini. Um staving og málbering er villleiðandi, kann próvdømingin lækka eitt próvtal.  Bachelorpróvtøkan er býtt í tveir partar, ein skrivligan og ein munnligan part. Bachelorritgerðin skal verða mett egnað til munnliga próvtøku av vegleiðara, áðrenn munnligu próvtøkuna. Eitt samlað próvtal verður givið fyri bachelorritgerðina og munnligu próvtøkuna. 

Nærri lýsing av og krøv til bachelorritgerðina, eins og áseting um, hvussu nógva vegleiðing tann lesandi hevur rætt til, eru ásett í próvtøkukrøvunum fyri skeiðið, í námsskipanini, í skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.