Bachelorritgerðin

Bachelorútbúgvingin í søgu endar við eini bachelorritgerð, sum verður skrivað á 6. lestrarhálvu, og sum telur 20 ECTS. Ritgerðin verður skrivað í einum sjálvvaldum søguvísindaligum evni.

Endamálið við bachelorritgerðini er, at lesandi vísa førleikar at arbeiða við søguvísindaligum háttaløgum og fáa møguleika at gjøgnumføra eina spurdómsstýrda rannsókn og vísa, at tey duga at arbeiða vísindaligt. Lesandi skulu sjálvstøðugt skipa fyri og gjøgnumføra eina spurdómsstýrda kanningarverkætlan og nýta hugtøk/myndlar/ástøði í fakøkinum, leggja til rættis eina kanning og leita fram heimildir og annað empiriskt tilfar, gera eina sjálvstøðuga greining av hesum tilfari og koma til eina niðurstøðu, ið greitt svarar setta granskingarspurdóminum.

Treytin fyri at fara í gongd við bachelorritgerðina er, at lesandi hava staðið minst 140 ECTS á útbúgvingini. Evnið, sum lesandi velja at skriva um, skal góðkennast av vegleiðara ella útbúgvingarleiðara. Ritgerðin kann skrivast einsæris ella í bólki, og fyri hvørja ritgerð hava lesandi rætt til tilsamans 10 vegleiðaratímar. Bachelorritgerðin skal vera 30-35 síður (450 orð/síðu), umframt bókmentalista og skjøl. Er talan um bólkaritgerð, skulu 10 síður (4.500 orð) leggjast afturat fyri hvønn lim í bólkinum.

Føroysk/norðurlendsk ritgerð skal hava enskt úrtak (abstract). Ensk ritgerð skal hava føroyskt/norðurlendskt úrtak.

Endaliga próvtalið fyri bachelorritgerðina umfatar eisini úrtakið. Ritgerðin skal hava forsíðu við heiti á føroyskum og enskum, navni og lestrarnummari hjá lesandi, navni á útbúgving, deild og universiteti og ávísing av, hvussu mong orð eru, og hvør tilvísingarleistur verður nýttur. Bachelorritgerð skal latast inn talgilt og við einum eintaki í pappírsformi.

Bachelorritgerðin endar við eini munnligari verju. Ritgerðin verður vard einsæris ella í bólki, men próvtal verður givið einsæris. Til verjuna verða 10 minuttir lagdir afturat fyri hvønn lim í bólkinum. 

Nærri kunning um og krøv til bachelorritgerðina eru lýst í námsskipanini, skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.