Útbúgvingarsíðan hjá búskaparfrøði og virkisfrøði

Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð.

Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum.  Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini og kunning um starvslæruna og bachelorritgerðina.

Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti. 

B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði

Bachelorútbúgvingin í búskaparfrøði og virkisfrøði er ein granskingargrundað útbúgving, sum miðar eftir, at veita útbúgving í búskaparfrøði og virkisfrøði á høgum stigøði og leggur seg eftir at bjóða skeið, sum víða eru mett at vera grundsteinar í tílíkari útbúgving.  Dentur verður lagdur á føroysk stakdømi og, í tann mun, hetta letur seg gera, verður innihaldið eisini lagað til fortreytir og tørvir í føroyska samfelagnum. 

Nærri lýsing av útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofilinum og í námsskipanini fyri B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði.

 Bygnaður

1. 
lestrarhálva

2. 
lestrarhálva

3. 
lestrarhálva

4. 
lestrarhálva

5. 
lestrarhálva 

6. 
lestrarhálva

Roknskaparfrøði

og -greining

7,5 ECTS

 

Sannlíkindarokning og Hagfrøði

7,5 ECTS

 

Mikro 1

7,5 ECTS

 

Mikro 2

7,5 ECTS

 

Vallærugrein

10 ECTS

 

Vísindafilosofi í búskaparfrøði

5 ECTS

 

Aðaltættir í
búskaparfrøði

7,5 ECTS

Marknaðar-
føring

7,5 ECTS

Makro 1: 
Búskapar-
vøkstur

7,5 ECTS

Makro 2:
Búskapar
sveiggj

7,5 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Virkisstýring

7,5 ECTS

Vinnurættur

7,5 ECTS

Strategi 

7,5 ECTS

Virkisfígging Corporate
Finance 

7,5 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Lokarit

15 ECTS

Støddfrøði 1

7,5 ECTS

Støddfrøði 2

7,5 ECTS

Økonometri 

7,5 ECTS

Organisatións

greining

7,5 ECTS

 

 

Dømi um vallærugreinir