Útbúgvingarsíðan hjá hjánámi í støddfrøði
Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð.
Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum. Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini og kunning um praksislæuna og masterritgerðina.
Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti.
Bygnaður
90 ECTS í støddfrøði
Av útbúgvingini eru avsett 90 ECTS (1½ ársverk) í støddfrøði. Evnini eru samansett fyri at tryggja breiða og holla grundleggjandi vitan og førleika í støddfrøði umframt at farið verður í dýpdina við ávísum evni. Evni, sum ætlandi verða viðgjørd, eru: diskret støddfrøði, lineer algebra, kalkulus í einum og fleiri variablum, algebra, euklidisk geometri, støddfrøðididaktikkur, líkindarokning, hagfrøði, rekkjur og fylgjur, Fourier-rekkjur, differentiallíkningar, metrisk rúm, Hilbert rúm, topologi, kryptologi og grundarlagið undir støddfrøði. Minni verkætlanir innganga eisini í útbúgvingina.
30 ECTS í skeiðum sum brúka støddfrøði
Partur av útbúgvingini er eisini, at 30 ECTS (½ ársverk) skulu stava frá evnum, har støddfrøði verður brúkt sum amboð. Eingi ávís skeið eru ásett, og tey kunnu í stóran mun veljast av studentunum millum skeið, sum verða útboðin á Fróðskaparsetri Føroya ella við annað universitet (um studenturin longu hevur tikið slík skeið, sum part av aðrari útbúgving, kunnu tey verða góðskrivað). Dømi kunnu vera: algoritmur, mekanikkur, innleiðandi elfrøði, elektromagnetisma, hitalæra, elektriskar ringrásir, regulering, elveiting.