Útbúgvingarsíðan hjá master í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði
Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð.
Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum. Her finnur tú eisini námsskipanina, sum er galdandi fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini, kunning um praksislæruna og masterritgerðina.
Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti.
M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði
Masterútbúgvingin í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði gevur tær hollar førleikar at arbeiða við samfelagsligum og stjórnmálafrøðiligum uppgávum í tí privata, almenna og sjálvbodna geiranum. Við M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði fært tú eisini førleikar til víðari lestur á ph.d.-stigi. Útbúgvingin mennir evnini hjá tær at arbeiða við samfelagsligum og stjórnmálafrøðiligum viðurskiftum og leggur dent á kritiska hugsan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði. Útbúgvingin hevur eisini til endamáls at menna førleikar tínar til at virka bæði í smátjóðum og oyggjasamfeløgum og í størri londum og altjóða samanhangum.
Útbúgvingin viðger samanspælið millum menniskju og samfelagsins sosialu og politisku strukturar og stovnar. Umframt hetta mennir útbúgvingin tínar førleikan at hugsa vísindaligt og tvørvísindaligt og arbeiða við ymiskum vísindaligum háttaløgum.
Samstundis kunnu lesandi menna ein sjálvstøðugan fakligan profil, og við praksislæru á triðju 3. lestrarhálvu leggur útbúgvingin eisini dent á praktiskar førleikar og gott samband við arbeiðsmarknaðin.
Nærri lýsing av M.S.Sc.A-útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofili og í námsskipan fyri M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði.
Bygnaður
Bygnaðurin á útbúgvingini sæst í myndini niðanfyri. Tó kunnu einstakar broytingar koma fyri, tá verandi skeið verða broytt, ella tá nýggj skeið verða ment. Men grundleggjandi leisturin er tó hin sami.
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva | 4. lestrarhálva |
10 ECTS |
| 25 ECTS | |
Samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði í smátjóðum og oyggjasamfeløgum 10 ECTS | 30 valfrí ECTS á Fróðskaparsetrinum og/ella útlendskum universiteti | 5 ECTS | 30 ECTS |
10 ECTS |