Starvslæra
Í fimtu lestrarhálvu hevur tú møguleika fyri at fara í starvslæru annaðhvørt í Føroyum ella uttanlands (t.d. á lista- og mentanarstovnum, tónleikahúsum, miðlum, forløgum og líknandi). Lesandi, ið ynskja at fara í starvslæru skulu seta seg í samband við møgulig starvslærupláss og gera avtalu við hesi. Í avtaluni skulu arbeiðsuppgávur og endamál við starvslæruni lýsast væl, og tað skal vera greitt í avtaluni, á hvønn hátt starvslæruplássið er viðkomandi fyri listaliga arbeiðið hjá tí lesandi. Útbúgvingarleiðarin skal góðkenna avtaluna við starvslæruplássið.
Tá ið starvslæran er av, skal tann lesandi lata inn eina skrivliga frágreiðing á 10-15 síður. Frágreiðingin skal umfata eina stutta lýsing av stovninum, ið starvslæran hevur verið knýtt at við serligum denti á fakliga innihaldið og av arbeiðsprosessum og arbeiðsuppgávum í starvslæruni. Í frágreiðingini skal tann lesandi vísa á samanhang millum starvslæruna og fakligu førleikarnar, sum tann lesandi hevur fingið undir útbúgvingini. Frágreiðingin skal eisini umfata eina meting av, hvussu starvslæran hevur verið við til at styrkja og menna hesar førleikar. Ein lestrarhálva í starvslæru saman við skrivligari frágreiðing telur 30 ECTS.