Bachelorritgerðin

Útbúgvingin í KT-verkfrøði endar við eini bachelorritgerð, sum verður skrivað á 6. lestrarhálvu, og sum telur 22,5 ECTS. Lesandi skulu skriva um eitt evni innan KT-verkfrøði. Ritgerðin skal verða skipað sambært vanligum reglum í vísindaligum frágreiðingum. Ritgerðin skal vísa evnini hjá tí lesandi at nýta vísindaligt ástøði og háttalag í arbeiðinum við einum avmarkaðum evni. Lesandi velja ritgerðarevni í samráði við vegleiðara sum útbúgvingarleiðarin hevur góðkent. 

Til bachelorritgerðina verður altíð knýttur ein ábyrgdarvegleiðari á Setrinum. Til ber bæði at hava innanseturs- ella uttansetursvegleiðarar og í summum førum fleiri vegleiðarar til eina ritgerð.  Til ber at skriva bachelorritgerðina sum einstaklingur ella í bólki á í mesta lagi tvey lesandi. Lesandi fáa bjóðað 20 tímar vegleiðing til bachelorverkætlanina. Tímatalið er tað sama, um ritgerðin verður skrivað í bólki. 

Bachelorritgerðin skal vera umleið 9.000-11.000 orð, 28-34 síður til støddar, umframt fylgiskjøl. Verður ritgerðin skrivað í bólki, skal hon vera umleið 15.000-17.000 orð, 47-53 síður til støddar. Fremst í bachelorritgerðini skal ein samandráttur vera av úrslitunum í verkætlanini. Samandrátturin skal vera skrivaður á føroyskum og á enskum og orðaður soleiðis, at onnur enn fakfólk eisini kunnu skilja hann. Samandrátturin skal í mesta lagi fylla hálva A4 síðu (t.e. 1.200 tekn).

Bachelorritgerðin endar við einsæris munnligari framløgu. Um lesandi hava skrivað ritgerðina í bólki, kann sjálv framløgan tó vera felags eftir nærri avtalu við ábyrgdarvegleiðara, men próvtal verður givið einsæris.

Nærri kunning um og krøv til bachelorritgerðina eru lýst í námsskipanini, skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.