Bachelorritgerðin

Verkfrøði lesturin endar við eini bachelorverkætlan, sum verður skrivað á 7. lestrarhálvu, og sum kann telja 15 ella 20 ECTS. Yvirskipaða kravið til bachelorverkætlanina er, at evnið skal verða innan byggi-, orku- ella elverkfrøði. Endamálið við ritgerðini er í høvuðsheitum at taka samanum lesturin, við at vísa á, at tann lesandi er før/ur fyri at samantvinna tað fakliga grundarlagið og presentera hetta í einari vælskipaðari verkætlan og ritgerð.  Til ber at skriva ritgerðina einsæris ella í bólki.

Ábyrgdarvegleiðari á Setrinum góðkennir verkætlanina. Tey lesandi hava rætt til 20 vegleiðaratímar. Yvirskipað krøv til longd á ritgerð, um skrivað verður í bólki, o.a. verða løgd fram fyri tey lesandi í góðari tíð, áðrenn tey fara undir verkætlanina. Verkætlanin endar við eini munnligari verju av ritgerðini, og próvtøl verða givin einsæris, eisini um skrivað verður í bólki. 

Nærri kunning um og krøv til bachelorritgerðina eru lýst í námsskipanini, skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.