Útbúgvingarsíðan hjá námsfrøði
Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð.
Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Fróðskaparsetrinum. Her finnur tú eisini námsskipanina, sum er galdandi fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini, kunning um starvslæruna og bachelorritgerðina.
Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti.
B.Ed. sum námsfrøðingur
Sum útbúgvin námsfrøðingur verður tú før/ur fyri at fyrireika, fremja, eftirmeta, menna, og skjalprógva námsfrøðiligt og sernámsfrøðiligt arbeiði við børnum, ungum og vaksnum. Ein útbúgvin námsfrøðingur skal somuleiðis vera førur fyri at grunda yvir og meta um námsvísindaligar meginspurningar.
Nærri lýsing av útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofilinum og í námsskipanini fyri B.Ed. sum námsfrøðingur.
Bygnaður
1.árið | 2.árið | 3.árið | 4.árið |
Líváskoðan og siðalæra 10 ECTS | Málmenning 10 ECTS
| Sernámsfrøðilig skeið 30 ECTS
| Kreativ skeið 20 ECTS
|
Føroyskt 10 ECTS |
Menniskja, stovnur og samfelag 10 ECTS |
| Verkætlan 5 ECTS |
Kreativt námsfrøðiligt virksemi 10 ECTS | Námsfrøðilig sálarfrøði 10 ECTS | Dagstovna- námsfrøðilig skeið 30 ECTS |
Sjálvstøðug einsæris starvslæra 15 ECTS |
Námsfrøði og didaktikkur I 15 ECTS |
Vísindaástøði I 5 ECTS
|
| Vísindaástøði II 5 ECTS |
Námsfrøði og didaktikkur II 15 ECTS | Serøkið I 10 ECTS
|
|
B.ED. ritgerðin 15 ECTS |
| Serøkið II 15 ECTS |
|
|