Útbúgvingarsíðan hjá bachelor í stjórnmálafrøði

Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð.

Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum.  Her finnur tú eisini námsskipanina, sum er galdandi  fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini og bachelorritgerðina. 

Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti. 

B.S.Sc. í stjórnmálafrøði

Útbúgvingin gevur lesandi holla vitan og eina røð av førleikum innan stjórnmálafrøði, og atknýtta samfelagsliga fakøkið, ið skikkar tey til víðari lestur og arbeiðsmarknaðin. Útbúgvingin miðar ímóti at menna hegni, vitan og førleikar hjá tí lesandi til at (1) eyðmerkja stjórnmálafrøðiligar tættir og trupulleikar í tí føroyska samfelagnum; (2) seta hesi í ein ástøðiligan samanhang; og (3) arbeiða sjálvstøðugt sum vitanarstarvsfólk innan almennar og privatar felagsskapir í Føroyum eins og í altjóða høpi.

Útbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum eru tvørvísindaligar, ið merkir, at arbeitt verður tvørtur um fakmørk, og at støði verður tikið í politiskum, søguligum og samfelagsligum viðurskiftum við stórum denti á spurdómsstýrda læring. Tey lesandi ganga til nógvar fyrilestrar, men læra eisini sjálvstøðugt arbeiðslag, samstarv og kritiska støðutakan, ikki minst gjøgnum verkætlanararbeiði.

Nærri lýsing av útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofilinum og í námsskipanini fyri B.S.Sc. í stjórnmálafrøði.

Bygnaður

 

Valskeið á 4. lestrarhálvu:

Demokrati, valskipanir og veljaraatferð

6112.23 Umhvørvissøga

6317.23 Organisatiónsgreining

6321.21 Arkivkunnleiki