Bachelorritgerð
Bachelorútbúgvingin í løgfrøði endar við eini bachelorritgerð, sum verður skrivað á 6. lestrarhálvu, og sum telur 10 ECTS. Lesandi skriva bachelorritgerð í einum sjálvvaldum evni, sum tó helst skal liggja innanfyri tey evni,ð sum undirvíst hevur verið í á bachelorútbúgvingini. Útbúgvingarleiðarin skal góðkenna evnið til bachelorritgerðina áðrenn endan av 5. lestrarhálvu. Ritgerðin verður skrivað undir vegleiðing av vegleiðara, sum útbúgvingarleiðarin hevur góðkent. Til ber at hava meira enn ein vegleiðara til bachelorritgerðina. Bachelorritgerðin í løgfrøði er einstaklingsaavrik, og hvør lesandi fær bjóðað í alt 15 tímar vegleiðing. Ritgerðin verður vanliga skrivað á føroyskum við enskum samandrátti. Ritgerðin skal vera minst 20 síður (48.000 tekin uttan millumrúm, men við fótnotum) og í mesta lagi 25 síður (60.000 tekin). Ritgerðin verður próvdømd uttan munnliga verju.
Nærri kunning um og krøv til bachelorritgerðina eru lýst í námsskipanini, skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.