Praksislæran
Á triðju 3. lestrarhálvu skulu lesandi í akademiska praksislæru, sum telur 25 ECTS.
Høvuðsendamálið við praksislæruni er, at styrkja førleikarnar hjá tí lesandi at greiða torgreiddar spurningar, sum eru viðkomandi fyri arbeiðsmarknaðin, serliga við at menna greinandi førleikarnar , og førleikarnar at loysa trupulleikar ella avbjóðingar. Endamálið er eisini at menna førleikarnar hjá tí lesandi í tí serøki, sum viðkomandi hevur valt. Harafturat skal tann lesandi kunna knýta saman ymisk ástøði við avbjóðingar í praksis.
Í sambandi við praksislæruna skal tann lesandi skriva eina akademiska frágreiðing, sum er grundað á eitt evnið, sum er viðkomandi í praksis, og sum er valt í samstarvi við ein føroyskan ella útlendskan privatan ella almennan stovn, fyritøku ella felagsskap.
Granskingarevnið í frágreiðingini og formliga avtalan millum tann lesandi og stovnin ella felagsskapin skulu góðkennast av útbúgvingarleiðaranum fyri at tryggja , akademisku góðskuna í praksislæruni, og at nøktandi tíð verður sett av til frágreiðingina.
Í tíðarskeiðinum, har frágreiðingin verður skrivað, skulu lesandi møta inn á praksislæruplássið, har tey fáa tein kontaktpersón, eitt skrivstovupláss og neyðuga arbeiðsútgerð. Lesandi skulu eisini møta til regluliga undirvísing og vegleiðing á Setrinum.
Praksislæran endar við eini munnligari próvtøku, sum tekur støði í praksislærufrágreiðingini.
Nærri kunning um og krøv til praksislæruna fæst í námsskipanini, skeiðslýsingunum (skeid.setur.fo) og á Moodle.