Starvslæran

Endamálið við starvslæruni á læraraútbúgvingini er at geva teimum lesandi møguleika at venja seg við læraraleiklutin og at loysa nógvar av teimum uppgávum, ið er samfastur partur av lærarastarvinum. Endamálið við starvslæruni er eisini, at lesandi skulu venja og styrkja teirra sín floksleiðsluførleika, relatiónsførleika, fakdidaktiska førleika og førleika at velja og seta hóskandi undirvísingartilfar saman.  Ein starvslæruvegleiðari er til staðar í undirvísingarhølinum, meðan undirvíst verður, og viðkomandi hevur til uppgávu at stuðla og vegleiða tí einstaka lesandi í starvslærutíðini.

Læraralesandi fara í starvslæru á 1., 2., 3. og 4. lestrarári.

Starvslæran á 1. lestrarárið er partur av grundskeiðunum í føroyskum og støddfrøði. Starvslærurnar á 2., 3 og 4. lestrarári eru skipaðar sum sjálvstøðug skeið við egnum skeiðslýsingum, sum telja 10 ECTS og eru partur av sjálvvaldum linjugreinalestri.

  • Starvslæran á 1. lestrarári byrjar í viku 6 og endar í viku 10
  • Starvslæran á 2. lestrarári byrjar byrjar í viku 5 og endar í viku 9
  • Starvslæran á 3. lLestrarári byrjar byrjar í viku 5 og endar í viku 9
  • Starvslæran á 4. lestrarári byrjar í viku 5 og endar í viku 7

Starvslærusamskiparin á læraraútbúgvingini hevur ábyrgd av at seta seg í við samband við skúlarnar. Hetta verður gjørt við støði í ynskjum um starvslærupláss frá tí lesandi. Tey lesandi fáa síðani tillutað eitt starvslærupláss.

Til ber at fara í starvslæru sum einstaklingur ella í bólki á í mesta lagi 3 lesandi. Lesandi, sum lesa linjugreinar á 2. og 3. lestrarári, kunnu fara í starvslæru saman. 

Á 2. og 3. lestrarári hava lesandi møguleika at fara í starvslæru uttanlands. Læraraútbúgvingin á Námsvísindadeildini hevur sambond við ávísar útlendskar lærustovnar viðvíkjandi starvslæru í útlondum. 

Ein miðvegisvitjan er fastur partur av starvslæruni, har undirvísari á deildini vitjar starvslæruplássið, eygleiðir undirvísingina, og eftirmetir fyrru helvt av starvslæruni saman við starvslæruvegleiðaranum og tí lesandi. 

Tá ið starvslæran er av, skal starvslæruvegleiðarin lata tí lesandi og lestrarfyrisitingini á Setrinum eina starvslærueftirmeting, sum prógvar, at lesandi hevur staðið starvslæruna. 

Starvslæran á læraraútbúgvingini endar við eini próvtøku, sum tekur støði í starvslæruni, og sum er eitt skrivligt avrik, ið verður vart munnliga.

Nærri kunning um starvslæruna fæst í námsskipanini, skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.