Útbúgvingarsíðan hjá Embætisprógv í lóg

Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð. 

Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum.  Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini og kunning um starvslæruna um embætisritgerðina. 

Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti. 

Embætisprógv í lóg

Høvuðsendamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi førleikar á høgum stigi í løgfrøði. Grundað á eina javnvág millum frøðikenda og dogmatiska tilgongd til løgfrøði, við denti á menning av førleikum, skulu tey útbúnu kunna fata og greina lóg og løgfrøði við atliti at serføroyskum rættarevnum og lóg í smáum løgdømum. Útbúgvin kunnu taka við størvum sum advokatur, dómari ella ákæri og sum almenn tænastufólk, har hægri løgfrøðilig útbúgving er kravd.

Nærri lýsing av M.A. í embætisprógv við lóg útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofili og í námsskipan fyri Embætisprógv í lóg.

Bygnaður og skipan av útbúgvingini

Tær fýra lestrarhálvurnar verða skipaðar so:

Fyrsta lestrarhálva: Hesi tvey skeið eru kravskeið: Skattarættur og Lóggávulæra. Harnæst mugu lesandi velja eitt av hesum sum valskeið: Kirkjurættur ella Sosialrættur.

Onnur lestrarhálva: Kravskeið eru Altjóða privatrættur og ES-rættur. Av valskeiðum mugu lesandi velja eitt av hesum: Mannarættindi, Havrættur eller Fíggjarrættur.

Triðja lestrarhálva: Føroyskur stjórnarskipanarrættur II og skriving av Emb.L.-ritgerð eru kravskeið. Umframt mugu lesandi velja eitt av hesum sum valskeið: Trotabúðarættur, Kollektivur arbeiðsrættur ella Almennur starvsfólkarættur.

Fjórða lestrarhálva: Kravskeið eru Fiskiveiðurættur og seinni partur av Emb.L.-ritgerð. Lesandi mugu harnæst velja millum eitt av hesum trimum valskeiðum: Byggi- og skipanarlóg, Altjóða íløgurættur ella Heilsurættur.

Emb.L.-ritgerðin: Ritgerðin telur 20 ECTS og verður latin inn í tveimum innlatingum - fyrri partur móti endanum á triðju lestrarhálvu og seinni partur í endanum á fjórðu lestrarhálvu.