Útbúgvingarsíðan hjá bachelor í løgfrøði
Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð.
Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum. Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini og kunning um bachelorritgerðina.
Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti.
Bachelor í løgfrøði
Høvuðsendamálið við útbúgvingini er at bjóða ta fullfíggjaðu løgfrøðiútbúgvingina í Føroyum. Talan er um 5 -ára útbúgving, sum samsvarandi Bologna-leistinum er býtt í 3 ára lestur á bachelor stigi og 2tvey ára lestur á master stigi. Bachelorútbúgvingin miðjar móti at veita løgfrøðiliga útbúgving í Føroyum á høgum stigi við skeiðum og evnum, sum hoyra siðbundnu útbúgvingini til, men kortini eru lagað til føroyskt høpi við mesta av undirvísingini á føroyskum máli og eini vaksandi nøgd av føroyskum undirvísingartilfari. Innihaldsliga verður denturin lagdur á løgfrøðiligar og stýrisskipanarligar avbjóðingar, ið eru serligar fyri smá samfeløg og samfeløg í samveldisstøðu.
Nærri lýsing av útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofilinum og í námsskipanini fyri Bachelor í løgrføði.
Bygnaður
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva (heyst) | 4. lestrarhálva | 5. lestrarhálva | 6. lestrarhálva |
|
|
|
|
|