Klinikkin

Á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi verður starvsvenjing nevnd klinisk undirvísing. Kliniska undirvísingin skal fremja fakligar, persónligar og grundleggjandi akademiskar førleikar, soleiðis at samlaðu læruúrtøkurnar í útbúgvingini verða náddar. Menningin í klinisku undirvísingini økist í kompleksiteti, sum sæst aftur í læruúrtøkunum fyri kliniska útbúgvingartíðarskeiðið.

Í klinisku undirvísingini eru hegnisvenjingar, sum fara fram í venjingarstovu á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og á kliniskum undirvísingarstøðum, ið Fróðskaparsetur Føroya hevur góðkent. Treytin fyri góðkenning er, at kliniska undirvísingarstaðið hevur sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava útbúgving sum kliniskir vegleiðarar. 

Tann lesandi hevur skyldu at taka lut í klinisku undirvísingini. Um tann lesandi hevur meira enn 10% fráveru av klinisku undirvísingini, verður avtala gjørd millum kliniska útbúgvingarstaðið, Deildina fyri hHeilsu- og sSjúkrarøktarvísindi og tí lesandi, um at leingja kliniska tíðarskeiðið svarandi til kravdu luttøkuna á 90 %.

Kliniska undirvísingin verður løgd til rættis við støði í møguleikunum á staðnum í mun til, um lesturin er eygleiðandi, samvirkin ella yrkisbeindur. Eygleiðandi lestur er, at tann lesandi er saman við sjúkrarøktarfrøðingi og eygleiðir og útinnir avmarkaða sjúkrarøkt. Samvirkin lestur er, at tann lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi. Tann lesandi fær møguleika at eygleiða, lýsa og greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar og útinna sjúkrarøkt til útvaldar sjúklingar. Yrkisbeindur lestur er, at tann lesandi sjálvstøðugt ávikavist leggur til rættis, útinnir, eftirmetir og mennir sjúkrarøkt við sjúkrarøktarfrøðingi sum vegleiðara. Tann lesandi hevur møguleika at útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøkt, íroknað at samstarva við sjúklingin og fylgja við honum ígjøgnum røktar- og viðgerðargongdina. Fróðskaparsetur Føroya og kliniska útbúgvingarstaðið samstarva við tí fyri eyga, at samanhangur er millum ástøðiligu og klinisku undirvísingina og fyri at tryggja, at tann lesandi ognar sær kliniskar førleikar. Fróðskaparsetrið hevur ábyrgd av at byrja samstarvið, og báðir partar hava ábyrgdina av at halda tað við líka. Skjalaskjátta verður brúkt sum amboð at skipa samanhang millum ástøðiligu og klinisku undirvísingina.

Próvtøkurnar í klinisku undirvísingini eru innanhýsis og verða mettar staðið/ikki staðið. Tær klinisku próvtøkurnar eru einsæris próvtøkur. Seinast í hvørjum kliniskum tíðarskeiði metir kliniski vegleiðarin tann lesandi eftir læruúrtøkuásetingunum fyri kliniska undirvísingarskeiðið og gevur støðumet. Í kliniska útbúgvingarpartinum skulu 60 ECTS metast við próvtøku. Treytin fyri at fáa summativu metingina er, at tann lesandi ikki hevur meira enn 10% fráveru.

Nærri kunning um starvslæruna fæst í námsskipanini, skeiðslýsingunum (skeid.setur.fo) og á Moodle.