Skriva út
Studentarportalurin
Eitt sera týðandi amboð hjá lesandi
Hvussu finni eg Studentaportalin?
Tú finnur Studentaportalin her: http://studportal.setur.fo
Hvat finni eg á Studentaportalinum?
Tú sært allar upplýsingar, sum eru skrásettar um teg í próvbókini, talan er um:
- Grunddáta
– so sum navn, lestrarnummar (studentanummar), føðingardagur, kyn, bústaður, telefon, teldupostur. - Útbúgving
– tvs. hvørja útbúgving, tú ert ella hevur verið innskrivað/ur á, og nær tú ert byrjað/ur, nær tú ert liðug/ur (fyri tey, sum eru liðug), og hvussu nógv ECTS, tú hevur fingið. - Stakskeið
– tvs. stakskeið tú hevur tikið, her undir skeiðsnummur, skeiðsheiti, hvussu nógv ECTS, tú hevur fingið, nær tú ert byrjað/ur/liðugur á skeiðnum - Próvtøkur
– tvs. hvørjum skeiðum, tú hevur verið til próvtøku í, skeiðsnummar, skeiðsheiti, hvussu nógv ECTS, tú hevur fingið, um tú ert møtt/ur ella ikki, og próvtøl - Uppgávur
– tvs. hvørjar uppgávur tú hevur latið inn. - Góðskrivingar
– tvs. hvørjar góðskrivingar tú hevur fingið