Skriva út

Útskriving- og endurinnskriving

Útskriving

Umt ú av onkrari orsøk ikki ynskir at halda fram við lestrinum, so kanst tú útskriva teg frá útbúgvingini. Hetta gert tú við at boða Lestrarskrivstovuni frá. Minst eisni til at boða Studna frá, so tú ikki fært útgoldið ov nógvan lestrarstuðul.

Setrið kann eisini útskriva teg frá lestrinum, um tú ikki ert lestrarvirkin ella um tú hevur brúkt øll próvtøkuhøvini til eitt skeið og tískil ikki kann gjøgnumføra útbúgvingina. Les nærri um hetta í reglugerðini fyri lestrarvirkni, ið er at finna HER

Endurinnskriving

Um tú hevur staðið staðið tann partin av útbúgvingnii, sum svarar til minst fyrsta lestrarár, kanst tú søkja um at verða endurinnskrivað/ur til útbúgvingina. Hetta gert tú við at venda tær til Lestrarskrivstovuna fyri fyrispurningi um endurinnskriving. Í sambandi við endurinnskriving er tað altíð eitt gott hugskot at tosa við útbúgvingarleiðaran, so tit saman kunnu gera eina ætlan fyri, hvussu tú kemur á mál við útbúgvingini.

Í sambandi við endurinnskriving skalt tú vera varug/ur við, at møguliga eru nøkur skeið, ið tú hevur tikið, blivin fyrnað, og tí kanst tú koma út fyri at noyðast at taka onkur skeið umaftur.

Um útbúgvingin ikki verður bjóðað út á Setrinum longur, so ber ikki til at verða endurinnskrivaður.