Kærur um próvtøku
Tú hevur møguleika at kæra eina próvtøku, um tú metir, at
- próvtøkugrundarlagið, tað vil siga próvtøkuspurningurin, -uppgávan ella líknandi í mun til pensum
- prótøkutilgongdin
- próvdømingin
ikki er farin rætt fram. Ásetingar um kærur um próvtøkur eru at finna í kapittul 6 a í Seturslógini.
Kæra um próvtøku skal sendast Lestrarskrivstovuni. Kærufreistin er 2 vikur eftir, at tú hevur fingið avgerðina frá próvtøkuni at vita. Tað er dekanurin á avarðandi deild, sum viðgerð kæruna. Dekanurin leggur kæruna fyri undirvísaran/vegleiðaran og próvdómaran til viðmerkingar og tilmæli. Tú kanst gera viðmerkingar til tilmælið, áðrenn dekanurin ger ein úrskurð. Úrskurðurin hjá dekaninum kann vera:
- at umdøming skal vera
- at tann lesandi fær bjóðað endupróvtøku
- at kæran verður víst aftur
Um kæran verður víst aftur, so kanst tú kæra víðari til rektaran. Kærufreistin er 2 vikur eftir, at dekanurin hevur víst kæruni aftur. Rektarin setir eina kærunevnd at viðgera kæruna. Í kærunevndini eru tveir uttanhýsis próvdómarar. Avgerðin hjá kærunevndini kann vera:
- góðkenna próvtalið, hækkað ella lækkað próvtalið ella broyta "ikki staðið" til "staðið" ella øvugt
- próvtøkan skal próvdømast av nýggjum próvdómarum
- endurpróvtøka við nýggjum próvdómarum
- at vísa kæruni aftur
Avgerðin hjá kærunevndini er endalig.
Tú kanst halda fram á útbúgvingini, meðan kæruviðgerðin fer fram.