Skriva út

Frá vinstru framman: Erika Dortea Høgnadóttir, SSD, forfólk, Dagný Hammer Matras, NÁD, varaforfólk, Paul Kjartan Matras, SSD, skrivari, Hans Martin Gaard, SSD, kassameistari, Gunnvør Hoydal Brimnes, FMD, Páll Magnus í Baianstovu, NÁD, Regin Olsen, NVD og Rói Johannesen, SSD

 

Ráð Teirra Lesandi

Ráð Teirra Lesandi, eisini kallað RTL, virkar fyri betri lestrarumhvørvi og lestrarlívi fyri tey lesandi. Ráði er mannað við umboðum úr øllum deildum Setursins.

RTL betrar um lestrarumhvørvið og lestrarlív við millum annað at vera í tøttum samskifti við leiðsluna á Setrinum, umframt at ráðið kann taka upp mál, sum lesandi vilja hava ráðið at viðgera.

Ráð Teirra Lesandi verður skipað við tveimum umboðum fyri hvørja deild á Setrinum.

Ráð Teirra Lesandi verður valt á hvørjum árið.

Ráð Teirra Lesandi skipar javnan fyri tiltøkum, so sum pubquiz og hugna fyri lesandi.

Um spurningar ella hugskot eru til Ráð teirra lesandi, so eru tit vælkomin at senda ein teldupost ella at ringja til formannin.

Endamál

Endamáli hjá RTL er at umboða og røkja áhugamál hjá øllum lesandi á Fróðskaparsetrinum, í samstarvi við setursleiðslu, undivísarar og onnur starvsfólk á stovninum

RTL skal harafturar virka fyri at betra um sosialu umstøðurnar millum lesandi og hetta veður gjørt við eitt nú at hava tiltøk javnan.

Leiklutur

  • RTL hevur javnan samstarvsfundir við leiðsluna, har RTL fær kunning um tað virksemið, sum er á Setrinum, og ráðið kann koma við uppskotum um broytingar í mannagongdum.

  • Til innleiðsluna á Setrinum spælir RTL ein virknan leiklut saman við Lestrarskrivsstovuni við tí endamálið, at nýggj lesandi skulu fáa so góða og viðkomandi vitan sum gjørligt.

  • RTL hevur tætt samstarv við MFS, sum er hoyringarpartur hjá Føroya Landsstýri, og fær á tann hátt veriå rødd teirra lesandi mótvegis politiska myndugleikanum í Føroyum.

  • Til løgtings- og kommunuval hevur RTL skipað fyri pallborðsfundum við endamáli at fáa áhugamálini hjá lesandi at fylla eitt sindur í politiska landslagnum.