Bachelorverkætlanin
Bachelorútbúgvingin í lívfrøði endar við eini bachelorritgerð, sum telur 22,5 ECTS. Ritgerðin skal vísa evnini hjá tí lesandi at nýta vísindaligt ástøði og háttaløg í arbeiðinum við einum avmarkaðum evni. Evnið verður valt í samráði við fakliga vegleiðaran. Lesandi skulu hava staðið øll skeið á útbúgvingini áðrenn, ella vera í gongd við tað seinasta skeiðið á útbúgvingini, samstundis sum bachelorritgerðin verður skrivað. Til ber at skriva bachelorritgerðina sum einstaklingur ella í bólki á í mesta lagi tvey lesandi. Ein fakligur spurdómur skal eisini verða gjørdur sum grundarlag fyri ritgerðini. Ritgerðarevnið og spurdómurin skulu góðkennast av vegleiðaranum og útbúgvingarleiðarunum, áðrenn verkætlanin formliga kann byrja. Harumframt skal ein kontrakt undirskrivast, áðrenn farið verður undir ritgerðina. Lesandi hava rætt til í alt 20 vegleiðaratímar, eisinisama um skrivað verður í bólki. Til bachelorritgerðina verður altíð knýttur ein ábyrgdarvegleiðari á Setrinum. Til ber bæði at hava innanseturs- ella uttansetursvegleiðarar og í summum førum fleiri vegleiðarar til eina ritgerð. Um lesandi skriva ritgerð einsæris, skal ritgerðin vera 28-34 síður (áleið 9.000-11.000 orð) til longdar, umframt fylgiskjøl. Um skrivað verður í bólki, skal ritgerðin vera 47-53 síður (áleið 15.000-17.000 orð) til longdar.
Bachelorritgerðin endar við einsæris munnligari framløgu. Um lesandi hava skrivað ritgerðina í bólki, kann sjálv framløgan tó vera felags eftir nærri avtalu við ábyrgdarvegleiðara, men próvtal verður givið einsæris.
Nærri lýsing av og kunning um formligu krøvini til bachelorverkætlanina eru í námsskipanini, í skeiðslýsingini, sum er galdandi fyri bachelorverkætlanina, og á serstakari Moodle- stevnu.