At søkja um farloyvi frá lestrinum
Lesandi, ið eru innskrivað til útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroyar, kunnu Søkja um, farloyvi frá lestrinum í styttri ella longri tíðarskeið. Til ber at søkja um grundað ella ógrundað farloyvi.
Umsóknarblað til at søkja um farloyvi er at finna HER.
Grundað farloyvi
Lesandi kunnu søkja um grundað farloyvi, tá fylgjandi viðurskifti gera seg galdandi:
Grundað farloyvi | |
Sjúka hjá tí lesandi | Talan er um sjúku hjá tí lesandi, sum hevur við sær, at tann lesandi í styttri ella longri tíðarskeið ikki er før/ur fyri at vera virkin lesandi. Læknaváttan skal leggjast við í umsóknini, har upplýst verður, hvussu leingi sjúkan verður mett at vera. |
Barnsburður og ættleiðing | Lesandi, ið gerast foreldur, kunnu fáa barnsburðarfarloyvi í upp til 12 mánaðir. Avrit av váttan um, nær mettur føðidagur er, ella ættleiðingarváttam skal leggjast við umsóknini. |
Aðrar serstakar umstøður | Talan er um viðurskifti, sum gera, at tann lesandi ikki kann vera virkin lesandi. Talan kann t.d. vera um álvarsliga sjúku ella deyðsfall í nærmastu familju og onnur persónlig viðurskifti sum t.d. hjúnarskilnaður. Støðan skal lýsast og leggjast við umsóknini. |
Ógrundað farloyvi
Lesandi kunnu søkja um farloyvi frá lestrinum upp í 12 mánaðir fyri hvørja útbúgving.
Treyt fyri at fáa ógrundað farloyvi er, at tann lesandi skal hava staðið 60 ECTS á bachelor-stigi ella 30 ECTS á master-stigi á útbúgvingini, ið tey eru innskrivað til.
Farloyvisreglugerðin er at finna til høgru her á síðuni, har tú kanst lesa meira um at fara í farloyvi frá lestrinum.
Lestrarstuðul
Lesandi, ið eru í farloyvi, hava ikki rætt til at fáa útgoldið lestrarstuðul frá Studna. tó undantikið tá talan er um barnburðarfarloyvi ella ættleiðing. Sí nærri kunning á www.studni.fo. Tað er ábyrgdin hjá tí lesandi at boða Studna frá farloyvinum.
Umsóknin um farloyvi skal sendast til Lestrarskrivstovuni.