Útbúgvingarsíðan hjá heilsuvísindi
Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð.
Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum. Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini og kunning um masterritgerðina.
Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti.
M.Sc. í heilsuvísindum
Endamálið við masterútbúgvingini í heilsuvísindum er at geva starvsfólki innan primera og sekundera heilsu- og almannatænastu í Føroyum førleika á høgum stigi at greina og menna egið fakøki. Við útbúgvingini fáa lesandi vitan og førleika at arbeiða sjálvstøðugt og á tvørfakligum og tvørvísindaligum grundarlagi at røkja serligar og torgreiddar uppgávur í heilsu-, almenna, ella privata geiranum við atliti at heilsu.
Nærri lýsing av M.Sc.A-útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofili og í námsskipan fyri M.Sc.A í heilsuvísindum.
Bygnaður (fulltíðarlestur)
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva | 4. lestrarhálva |
---|---|---|---|
Grundskeið í vísinda- | Heilsugransking 15 ECTS | Valskeið |
|
Heilsuvísindi, | Heilsu- 15 ECTS | Valskeið |
Master-
|
(Parttíðarlestur)
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva | 4. lestrarhálva | 5. lestrarhálva | 6. lesttrarhálva | 7./8. lestrarhálva |
---|---|---|---|---|---|---|
Grundskeið í vísinda- 15 ECTS | Heilsu-gransking | Valskeið 15 ECTS |
Valskeið 15 ECTS
|
15 ECTS | 15 ECTS | 30 ECTS |
Hvørja lestrarhálvu skal tann hálvtíðarlesandi taka skeið upp á 15 ECTS, meðan tann fulltíðarlesandi tekur 30 ECTS.