Útbúgvingarsíðan hjá listaútbúgvingini

Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð. 

Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skipanir o.a., sum er viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum. Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini, kunning um starvslæruna og bachelorverkætlanina.  

Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti. 

B.A. í listarligum arbeiði 

At taka útbúgving í listaligum arbeiði er at fara undir eina menningargongd, har ein bæði ognar sær verkligan førleika at útinna skapandi arbeiði og fær ástøðiliga vitan at hugsa greinandi um list. Útbúgvingin er 2/3 verklig og 1/3 ástøðilig og er býtt í tvær listaligar leiðir, ritlist og tónlist.

Í verkstovunum á tónlistleiðini verður undirvíst í nótalæru, ljómfrøði, tónasmíð, útseting, tónleikatøkni og øðrum viðkomandi evnum. Á ritlistaleiðini verður undirvíst í eitt nú narratologi, frásagnarháættum, stíllegum, neyvlesing, ymiskum sløgum av teksti og skriving umframt týðing. Á skeiðinum “Egið arbeiði” fáa lesandi á báðum leiðum høvi at menna ein sjálvstøðugan listaligan samleika.

Ástøðiligi parturin fevnir um fyrilestrar og skeið í fagurfrøði, bókmentum, bókmentafrøði, tónleikasøgu og tónleikafrøði. Sum lesandi fært tú innlit í samanhangir, sum treyta og mynda tína yrkislistagrein, og lærir um ástøði, sum geva tær førleika at hugsa greinandi um list úr skiftandi sjónarhornum.

Nærri lýsing av útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofilinum og í námsskipanini fyri B.A. í listarligum arbeiði.

Bygnaður

Útbúgvingin er 2/3 verklig og 1/3 ástøðilig og er býtt í tvær listaligar leiðir, ritlist og tónlist. Ein partur av námsevnunum er felags evni, og ein partur er treytaður av listaligu leiðini, sum studenturin velur.

1. lestrarhálva

2. lestrarhálva

3. lestrarhálva

4. lestrarhálva

5. lestrarhálva

6. lestrarhálva

Verkstova I

10 ECTS

Verkstova II

10 ECTS

Verkstova III

10 ECTS

Listaligt

arbeiði

20 ECTS

 

Skiftislestur/starvslæra

30 ECTS

Endalig verkætlan

20 ECTS

Egið arbeiði I

10 ECTS

Egið arbeiði II

10 ECTS

Egið arbeiði III

10 ECTS

   

Listaástøði I

10 ECTS

Listaástøði II

10 ECTS

Listaástøði III

10 ECTS

Listaástøði IV

10 ECTS

 

Ritgerð

10 ECTS