Bachelorverkætlanin

Bachelorútbúgvingin í føroyskum endar við eini bachelorritgerð, sum verður skrivað á 6. lestrarhálvu, og sum telur 20 ECTS.  Í vavi merkir tað tveir triðingar av fulltíðarlestri í eina lestrarhálvu. Endamálið við bachelorritgerðini er, at tú sum lesandi fert í dýpdina við einum avmarkaðum evni, ið tú hevur serligan áhuga í, og at tú kanst prógva, at tú kanst greina og nýta vísindaligt ástøði og háttalag í arbeiðinum við evninum. Evnið skal samstundis vera viðkomandi fyri fakið føroyskt. Lesandi skulu velja sær evnið í samráði við vegleiðarar, sum eru vísindastarvsfólk, ið tey hava fingið tillutað. Evnið skal síðani góðkennast av útbúgvingarleiðaranum og staðfestast av dekaninum á Føroyamálsdeildini.  Bachelorritgerðin skal vera 25-30 síður til longdar (ein miðalblaðsíða er 2.400 eindir), ikki íroknað keldulista og fylgiskjøl. Ein samandráttur (úrtak) á enskum skal vera fremst í ritgerðini.

Til ber at skriva bachelorritgerð sum einstaklingur ella í bólki á í mesta lagi 3 lesandi. Ritgerðin skal verjast munnliga, og próvtal verður givið einsæris.

Nærri kunning um og krøv til bachelorritgerðina eru lýst í námsskipanini, skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.