Innleiðsla og lestrarbyrjan
Tá tú byrjar at lesa á Setrinum, so byrjar tú við eini innleiðsluviku. Í innleiðsluvikuni bjóða vit tær vælkomnum á Setrið og greiða tær frá ymiskum praktiskum viðurskiftum, og tú fært eisini eina rúgvu av kunning bæði um Setrið og lestur, og um tína útbúgving.
At fara undir hægri lestur kann vera ein stór broyting, og vit hava savnað nøkur góð ráð í sambandi við lestrarbyrjan, ið tú kanst síggja í kassanum til høgru á síðuni.
Innleiðsluvikan er eisini ætlað til at geva tær eina góða byrjan á Setrinum.
Innleiðsluvikan
Innleiðsluvikan byrjar altíð við, at øll nýggj lesandi møta samstundis í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum mánamorgun. Tá tú møtir, so skráseta vit teg og tú fært útflýggjað lestrarkort og ein posa við kunningartilfari. Síðani bjóðar rektarin tykkum øllum vælkomin á Setrið. Eftir hetta ber til at fáa eitt prát við ymiskar viðkomandi stovnar, felagsskapir og fyritøkur á svalanum í Silo í Sjóvinnuhúsinum. Um middagsleitið fert tú síðani út á deildina hjá tínari útbúgving. Á deildini sleppur tú at heilsa uppá starvsfólkini har og fært nærri kunning um tína útbúgving og undirvísingina.
Týsdag skipar Lestrarskrivstovan fyri kunningardegi, har vit millum annað greiða frá skiftinum frá at vera næmingur til at vera lesandi, lestrarvegleiðingin kunngar um tænasturnar hjá teimum, tú fært nærri at vita, hvat tú kanst brúka Lestrarskrivstovuna til, Landsbókasavnið kunnar um leitigrunnar og annað, og tú fært kunning um KT-skipanir og ymiskt annað.
Mikudag (og hósdag fyri summi) eru tit saman við tykkara lestrarfeløgum og koma at kennast betur. Mentorar, sum eru lesandi, sum eru komin longri á útbúgvingini, skipa fyri samansjóðandi tiltøkum.
Fríggjakvøldið er stóra veitslan, sum vit kalla SeturSamanShow, har øll lesandi - bæði nýggj og eldri - hittast til at markera byrjanina av lestrarárinum við góðum tónleiki, seturskvissini, felagssangi og øðrum tiltøkum.