Útbúgvingarsíðan hjá master í løgfrøði
Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð.
Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum. Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini og kunning um masterritgerðina.
Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti.
Master í løgfrøði
Høvuðsendamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi førleikar á høgum stigi í løgfrøði. Grundað á eina javnvág millum frøðikenda og dogmatiska tilgongd til løgfrøði, við denti á menning av førleikum, skulu tey útbúnu kunna fata og greina lóg og løgfrøði við atliti at serføroyskum rættarevnum og lóg í smáum løgdømum. Útbúgvin kunnu taka við størvum sum fulltrúar í almennari fyrisiting, ráðgevar í privatu vinnuni ov.a.m.
Nærri lýsing av M.A.-útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofili og í námsskipan fyri M.A. í løgfrøði.
Bygnaður
Útbúgvingin tekur 2 ár og fevnir um 120 ECTS. Hvørt ár er býtt í tvær lestrarhálvur, 30 ECTS hvør. Seinastu lestrarhálvu er MA-ritgerðin, ið telur 30 ECTS.
Útbúgvingin er samansett av dogmatiskum lógkunnleika, løgfrøðiligari fatan og háttalagi og kontekstualiserandi skeiðum. Býtið er:
- Dogmatiskur lógkunnleiki: 50 ECTS
Løgfrøðilig fatan og háttalag: 20 ECTS
Kontekstualiserandi skeið: 20 ECTS
Høvuðsritgerðin á 30 ECTS kann vera í øllum trimum fakligu evnum nevnd omanfyri.
Dogmatiskur lógkunnleiki er siðbundin gjøgnumgongd av lógkeldum á ávísum evnisligum øki, tulkan og brúki teirra.
Løgfrøðilig fatan og háttalag er djúp fatan og greinan av løgfrøðiligum háttalagi, umframt almennur akademiskur førleiki tillagaður løgfrøðiligt høpi.
Kontekstualiserandi skeið hava til endamáls at seta føroysku rættarstøðuna í høpi og geva tí lesandi eina fatan av, hvussu rættarstøða og rættarskipan er treytað av ymiskum politiskum, mentanarligum og søguligum kringumstøðum.
Ritgerð skal vera 30 ECTS. Skal sýna løgfrøðiliga fatan á høgum støði.
Býtið ávísu lestrarhálvurnar er sum víst í yvirlitinum niðanfyri:
1. lestrarhálva |
| 2. lestrarhálva |
|
|
3. lestrarhálva
| 4. lestrarhálva |
| ||
Samanberandi rættur (krav) 10 ECTS
|
| 10 ECTS |
|
|
Føroysk løgsøga (krav) 10 ECTS
| Master-ritgerð 30 ECTS |
|
|
|
Valskeið 10 ECTS
|
| 10 ECTS |
|
| Lóggávulæra 10 ECTS |
|
|
|
|
Valskeið 10 ECTS
|
| Valskeið 10 ECTS |
|
| Valskeið 10 ECTS |
|
|
|
|