Bachelorverætlanin

Bachelorútbúgvingin sum fólkaskúlalærari endar við einari bachelorverkætlan á fjórða 4. lestrarári, sum telur 15 ECTS. Bachelorverkætlanin er ein skrivlig ritgerð og ein munnlig verja. Ritgerðin verður skrivað í einum sjálvvaldum evni innan undirvísingarliga fakøkið. Til ber at skriva ritgerðina sum einstaklingur ella í bólki á í mesta lagi 3 lesandi. Ritgerðin skal vera 25- – 35 (+/-10) blaðsíður til longdar. 

Á læraraútbúgvingini verður skipað fyri árligari kunning um bachelorverkætlanina, og lesandi fáa eina freist at velja sær evni. Evnið verður latið útbúgvingarleiðsluni til góðkenningar, sum finnur hóskandi vísindaligt starvsfólk at vegleiða lesandi í at skriva ritgerðina. Lesandi hava rætt til 3- 5 tímar vegleiðingartímar. Bachelorverkætlanin endar við einsæris munnligari próvtøku. Eitt próvtal verður givið fyri bachelorverkætlanina, ið umfatar skrivliga avrikið og munnligu próvtøkuna. Í próvtalsmetingini vigar skrivliga ritgerðin mest, og tí ber bert til at lyfta próvtalið eitt stig við munnligu framløguni. Tað er tó eionki mark fyri, hvussu nógv stig próvtalið kann lækka. 

Nærri kunning um og krøv til bachelorritgerðina eru lýst í námsskipanini, skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.