Skriva út

At søkja um frávik

Lesandi, ið av einari ella aðrari orsøk ikki kunnu fylgja útbúgvingarætlanini og vanligu próvtøku- og lestrarreglunum, kunnu søkja um tíðaravmarkað ella varandi frávik. Frávik eru t.d.

  • Farloyvi
  • Longd próvtøkutíð
  • Serligar próvtøkuumstøður
  • Hjálparamboð
  • Tillagað lestrarætlan

Umsóknarblað og leiðbeining eru at finna í teigunum í høgru síðu. Niðanfyri greiða vit eitt sindur nærri frá teimum mest vanligu frávikunum, ið lesandi søkja um. Minst til at leggja skjalprógv fyri tín skerda lestrarførleika saman við umsóknini. Tað kann t.d. vera ein læknaváttan, avrit av viðgongudagbók (vandrejournal) ella eitt skrivligt ummæli frá einum serfrøðingi.

Farloyvi

Eitt tað mest vanliga frávikið, ið lesandi á Setrinum søkja um, er farloyvi. Farloyvi er, tá tú søkir um at vera frítikin frá undirvísing í eitt ávíst tíðarskeið. Talan kann t.d. vera um barnsburðarfarloyvi ella farloyvi vegna sjúku ella aðrar serligar umstøður. Les meira um at fara í farloyvi HER.

Longd próvtøkutíð

Hevur tú ein skjalprógvaðan skerdan virkisførleika, sum ger, at tú t.d. hevur torført við at hugsavna teg ella torført við at lesa, so ber til at søkja um longda próvtøkutíð.

Longd próvtøkutíð merkir, at tú til skrivligar próvtøkur, ið eru styttri enn 24 tímar, fært 25% longri próvtøkutíð. Tað vil siga, at tú til dømis til eina 4-tímar skrivliga próvtøku fært 5 tímar. Tú fært ikki eyka tíð til próvtøkur, ið eru longri enn 24 tímar.

Til munnligar próvtøkur fært tú 100% lagt afturat fyrireikingartíð, ið er 30 minuttir ella styttri, og 50% afturat fyrireikingartíð, ið er longri enn 30 minuttir.

Serligar próvtøkuumstøður

Hevur tín skerdi lestrarførleiki við sær, at tú hevur avbjóðingar við at sita til próvtøku í høli saman við nógvum øðrum lesandi, kanst tú søkja um at sleppa at sita eitt ávíst stað í próvtøkuhølinum, at sita í høli við nøkrum fáum lesandi, sum eisini hava tørv á at sita í smærri høli, ella at sita í egnum høli.

Hjálparamboð

Hevur tú tørv á ávísum hjálparamboði í sambandi við lesturin, ber til at søkja um hetta. Talan kann t.d. vera um lesi- og/ella skriviforrit, at fáa tekstir talgildar (OCR), atgongd til NOTA (ljóðbókasavn) ella aðra útgerð. Tú kanst søkja um at fáa atgongd til hesi amboð til próvtøkur eisini.

Tillagað lestrarætlan

Gongur lesturin ikki sum ætlað, ella hevur tín skerdi lestrarførleiki við sær, at tú ikki kanst lesa fulla tíð, ber til at søkja um at fáa eina tillagaða lestrarætlan. Tá leggur tú tær eina lestrarætlan til rættis og sendir hesa inn saman við umsóknarblaðnum og skjalprógvi fyri, hví tú mást fáa eina tillagaða lestrarætlan. Ein leistur (skabilón) til at gera eina lestrarætlan er at finna til høgru.

Gevið gætur: Tillagaður lestur kann hava við sær, at tú missir rættin til lestrarstuðul frá Studna. Vinarliga kanna hetta við Studna, áðrenn tú søkir.

 

Ivast tú í onkrum ella hevur tú spurningar, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lestrarskrivstovna á LSS@setur.fo ella tlf. 352520. Eisini ber til at venda sær til lestrarvegleiðingina.