Útbúgvingarsíðan hjá verkfrøði
Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð.
Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum. Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini, kunning um starvslæruna og bachelorritgerðina.
Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti.
B.Sc. í verkfrøði
Verkfrøði er ein tvørfaklig sergrein sum samantvinnair náttúruvísindi, støddfrøði og tøkni. Hetta eru førleikar, sum lesandi á Setrinum gjøgnum verkfrøði lesturin, verða styrktir og mentir í, soleiðis at lesandi tey eru klár til at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum arbeiðslívið hevur við sær, eftir loknan lestur.
Vit bjóða sergreinar innan byggiverkfrøði, orkuverkfrøði og elverkfrøði.
Nærri lýsing av útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofilinum og í námsskipanini fyri B.Sc. í verkfrøði.
Bygnaður
Bachelorútbúgvingin tekur trý og eitt hálvt ár, harav hálvt ár er starvsvenjing hjá eini fyritøku ella einum stovni. Útbúgvingin er skipað soleiðis, at tey lesandi aftan á tvey tey fyrstu árini kunnu velja at leggja dent á byggiverkfrøði, orkuverkfrøði ella el-verkfrøði.
Starvsvenjingin er løgd inn í útbúgvingina fyri at tryggja, at tey lesandi eru til reiðar at virka á arbeiðsmarknaðinum eftir lokna útbúgving.
Útbúgvingin endar við eini bachelorverkætlan, har tey lesandi fáa høvi til at seta seg serliga væl inn í eitt evni, ið tey hava lært um í útbúgvingini. Bachelorverkætlanin verður gjørd á 7. lestrarhálvu. Bachelorverkætlanin kann vera tvær støddir, 15 ECTS ella 30 ECTS:
- Bachelorverkætlan á 15 ECTS, ið verður tikin saman við 15 ECTS í valfríum skeiðum ella
- Bachelorverkætlan á 30 ECTS.
Bachelorverkætlanin kann t.d. gerast í samstarvi við stovn ella fyritøku, har tey lesandi hava verið í starvsvenjingin.
- Øll lesandi lesa saman fyrstu 2 árini, áðrenn tey velja sergrein.
- Á 5. lestrarhálvu vera sergreinaskeið lisin. El- og Orkuverkfrøði hava 22,5 ECTS í sergreinaskeiðum, umframt 7,5 í valskeiðum. Byggiverkfrøði hevur 30 ECTS í sergreinaskeiðum.
- Á 6. lestrarhálvu eru lesandi í starvsvenjing.
- Á 7. lestrarhálvu verður bachelorverkætlanin skrivað. Møguleiki er at skriva eina stóra bachelorverkætlan á 30 ECTS, ella taka valskeið á 15 ECTS saman við eini minni bachelorverkætlan á 15 ECTS.
Sí annars talvu niðanfyri.
Bygnaður - talva
1. | 2. | 3. | 4. | 5. | 6. | 7. a lestrarhálva | 7. b lestrarhálva* |
Støddfrøði 1 (fyrri partur) 10 ECTS | Støddfrøði 1 (seinni partur) 10 ECTS | Støddfrøði 2 7,5 ECTS
| Berandi konstruktiónir 7,5 ECTS |
Sergreins-skeið 22,5 ECTS |
Starvs-venjing 30,0 ECTS
|
Bachelor verkætlan 30,0 ECTS
| Valskeið 15 ECTS
|
Innleiðandi verkfrøði 7,5 ECTS
| Evnafrøði fyri verkfrøðingar 7,5 ECTS
| KT-verkætlan 7,5 ECTS | Orkuskipanir og umhvørvi 7,5 ECTS | ||||
Mekanik 7,5 ECTS
| Hagfrøði 5,0 ECTS
| Jarðfrøði fyri verkfrøðingar 7,5 ECTS | Veskumekanikkur 7,5 ECTS | Bachelor-verkætlan 15 ECTS
| |||
Innl. forritan við MATLAB 5,0 ECTS
| Elektro-magnetisma 7,5 ECTS | Termodynamik 7,5 ECTS
| Innleiðandi elfrøði 7,5 ECTS
| Valskeið 7,5 ECTS
|
* 7. lestrarhálva kann eisini takast við tveimum valskeiðum á 7,5 ECTS og síðani eini bachelorritgerð, ið er 15 ECTS.
Sergreinar (5. lestrarhálva)
Alt eftir, hvørja sergrein tey lesandi velja, hava tey fylgjandi skeið: