Útbúgvingarsíðan hjá master í søgu
Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð.
Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum. Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini og kunning um praksislæuna og masterritgerðina.
Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti.
M.A. í søgu
Masterútbúgvingin í søgu ghevur tær hollar førleikar at arbeiða við søguligum og samfelagsligum uppgávum í tí privata, almenna og sjálvbodna geiranum.
Útbúgvingin gevur eisini førleikar til víðari lestur á pPh.dD.-stigi. Útbúgvingin mennir evnini hjá tí lesandi at arbeiða við søguligum og samfelagsligum viðurskiftum og leggur dent á kritiska hugsan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði. Útbúgvingin hevur eisini til endamál at menna førleikar til at virka bæði í smátjóðum og oyggjasamfeløgum og í størri londum og altjóða samanhangum. Útbúgvingin viðgerð samspælið millum fortíð og nútíð, og hvussu søguligar gongdir hava slóðað fyri dagsins samfelagi. Útbúgvingin leggur dent á at greina søguligar hendingar, tíðarskeið og evnir, sum hava myndað fortíð og nútíð. Umframt hetta mennir útbúgvingin førleikan at hugsa vísindaligt og tvørvísindaligt og arbeiða við ymiskum vísindaligum háttaløgum. Samstundis kunnu lesandi menna ein sjálvstøðugan fakligan profil, og við praksislæru á triðju 3. lestrarhálvu leggur útbúgvingin eisini dent á praktiskar førleikar og gott samband við arbeiðsmarknaðin.
Nærri lýsing av M.A.-útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofili og í námsskipan fyri M.A. í søgu.
Bygnaður
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva | 4. Lestrarhálva |
---|---|---|---|
10 ECTS |
| 25 ECTS |
|
Føroyskt keldutilfar úr einavaldstíðini 10 ECTS | 30 valfrí ECTS á Fróðskaparsetrinum og/ella útlendskum universitet | 5 ECTS | 30 ECTS |
10 ECTS |
|