Skriva út

Sjúkra- og endurpróvtøka

Endurpróvtøka

Stendur tú ikki próvtøkuna, hevur tú rætt at sleppa upp til endurpróvtøku. Tú verður sjálvvirkandi innskrivað/ur til endurpróvtøku, og tískil skalt tú ikki sjálv/ur tekna teg til endurpróvtøkur. 

Vanliga liggja endurpróvtøkur ávíst tíðarskeið á árinum, og í flestu førum verður endurpróvtøka hildin í seinasta lagi 3 mánaðir eftir próvtøkuna. 

Tú kanst í mesta lagi fara tríggjar ferðir til somu próvtøku. Lestrarskrivstovan kann tó eftir skrivligari umsókn loyva tær at fara til próvtøku í sama faki fjórðu ferð, um serligar umstøður tala fyri tí.

Umsókn um undantaksloyvi, saman við grundgeving og møguligum skjalprógvi skal sendast til Lestrarskrivstovuna. 

Er ongin umsókn móttikin 2 vikur eftir, at 3. próvtøkuhøvi er nýtt, fær tann lesandi boð um, at viðkomandi verður útskrivaður av útbúgvingini. Tann lesandi kann søkja um endurinnskriving sambært ásetingini um endurinnskriving í upptøkukunngerðini

 

Sjúka

Um tú ert sjúk/ur ella hevur annað lógligt forfall til eina próvtøku, missir tú ikki eitt próvtøkuhøvi, og tú fært møguleikan at fara til endurpróvtøku skjótast til ber ella í seinasta lagi í næsta próvtøkuskeiði. Tú verður sjálvvirkandi innskrivað/ur til endurpróvtøkuna. 

Sjúkan ella forfallið skal fráboðast Lestrarskrivistovuni skjótast gjørligt og í seinasta lagi próvtøkudagin. Forfallið skal skjalprógvast í seinasta lagi 5 yrkadagar eftir próvtøkudagin. Hetta kann gerast við at senda læknaváttan ella annað nøktandi prógv um lógligt forfall til Lestrarskrivstovuna. Læknaváttanin skal staðfesta, at sjúka forðaði tí lesandi at møta til próvtøku próvtøkudagin, og stempul og undirskrift læknans skulu vera á váttanini.

 

Les meira um sjúkra- og endurpróvtøkur í relgugerð fyri próvtøkur, ið er at finna HER.

Reglugerð um próvtøkur á Fróðskaparsetri Føroya

Reglugerð