Skriva út

At vera lestrarvirkin

Lesandi á Setrinum skulu vera lestrarvirkin. At vera lestrarvirkin merkir, at tú skalt uppfylla  ávís krøv um uppmøting og luttøku í undirvísinigini, harumframt at avrika ávíst minstamark av ECTS hvørt lestrarár. Krøvini eru sett fyri, tí tey eru við til at tryggja, at tú sum lesandi fær bestu læring og góðsku í undirvísingini.

Tá tú ert lesandi á Setrinum, so vænta vit, at tú tekur ábyrgd fyri egnari læring og møtir til undirvísing, ert fyrireikarð/ur og letur inn uppgávur o.a. Eisini vænta vit, at tú luttekur aktivt í kjaki og framløgum. Undirvísarar halda eyga við og notera uppmøtingina og virknu luttøkuna hjá hvørjum einstøkum lesandi á fyrstu lestrarhálvuni á bachelorútbúgvingum. 

Í námsskipanini til tína útbúgving kunnu vera ásett strangari krøv um lestrarvirkni, so minst til at kanna hetta við lestrarbyrjan.

 

Minstukrøv til ECTS

Fyri at verða roknað/ur sum lestrarvirkin, skalt tú avrika ávíst tal av ECTS hvørt ár.

Minstamarkið ásetir, hvussu nógv ECTS tú, í minsta lagi skalt standa á hvørjum ári fyri at kunna fullføra útbúgvinga innan mest loyvdu lestrartíð, sum er vanlig lestartíð + 1 ár.

Tey árligu ECTS minstukrøvini fyri einstøku útbúgving eru hesi:

 

 

3-ára bachelor 

3½-ára bachelor 

4-ára bachelor 

2-ára master 

1. lestrarár 

45 ECTS 

47 ECTS 

48 ECTS 

40 ECTS 

2. lestrarár 

90 ECTS 

94 ECTS 

96 ECTS 

80 ECTS 

3. lestrarár 

135 ECTS 

141 ECTS 

144 ECTS 

120 ECTS 

4. lestrarár 

180 ECTS 

188 ECTS 

192 ECTS 

 

5. lestrarár 

 

  210 ECTS* 

240 ECTS 

 

*skal vera staði í seinasta lagi 4½ ár eftir lestrarbyrjan t.e. við hendan á 9.lestrarhálvu

 

Hesi árligu ECTS-minstukrøvini verða gjørd upp, tá allar próvtøkur, umframt sjúkra-og endurpróvtøkur í avvarðandi lestrarári, eru avgreiddar.

 

Tíðarskeið, har tann lesandi er í grundaðum farloyvi, telja ikki sum lestrartíð. Grundað farloyvi er nærri lýst í reglugerðini um farloyvi til lesandi.

 

 

Ikki nóg lestrarvirkin

Um undivísarin metir, at tú møtir illa upp til undirvísing og/ella ikki ert nóg virkin í undivísingini í fyrstu lestrarhálvu av bachelorútbúgving, ger undirvísarin teg varugan við hetta og heitir á teg um at bøta um hesi viðurskrifti. Um hetta ikki ger mun, biður undirvísarin lestrarvegleiðingina bjóða tær til eina samrøðu um lestrarstøðuna, og hvussu bøtast kann um títt lestrarvirkni.

Avrikað ov fá ECTS

Lestrarskrivstovan kannar lestrarvirkni hjá lesandi tvær ferður um árið. Um staðfest verður, at tú ikki hevur avrikað nóg nógv ECTS til at verða roknað/ur sum lestrarvirkin, mást tú søkja um frávik fyri at kunna halda fram á útbúgvingini og saman við umsóknini skalt tú leggja eina ætlan fyri, hvussu tú aftur kanst roknast at blíva lestrarvirkin.

 

Lesandi við skerdum lestrarførleika kunnu søkja um at fáa tillagað krav um lestrarvirkni. Les nærri um hetta HER.

Les meira um lestrarvirkni og avleiðingar í reglugerðini, ið er at finna til høgru á síðuni.