Tilboð til lesandi við skerdum lestrarførleika
Lesandi á Setrinum, ið bera brek ella hava serligan tørv av onkrum slag, hava rætt til praktiska ella sernámsfrøðiliga hjálp ella stuðul. Hetta kann t.d. fevna um tilboð til longda útbúgvingar- ella próvtøkutíð, serlig undirvísingaramboð, tilvísing til sálarfrøðing ella aðra serfrøði og hjálp í samband við orðblindni.
Hevur tú tørv á ávísum hjálparamboði í sambandi við lesturin, ber til at søkja um hetta. Talan kann t.d. vera um lesi- og/ella skriviforrit, at fáa tekstir talgildar (OCR), atgongd til NOTA (ljóðbókasavn) ella aðra útgerð. Tú kanst søkja um at fáa atgongd til hesi amboð til próvtøkur eisini.
Tú søkir um hjálpina ella stuðulin við at útfylla umsóknarblað um frávik og fylgja mannagongdini. Les nærri HER.