Masterritgerðin

Masterútbúgvingin í søgu endar við eini masterritgerð, sum verður skrivað á 4.fjórðu lestrarhálvu, sum telur 30 ECTS.  Á triðju 3. lestrarhálvu hava lesandi eitt fyrireikandi skeið til masterritgerðina, sum telur 5 ECTS, og sum er grundarlagið undir endaligu masterritgerðini.

Endamálið við masterritgerðini er, at tann lesandi vísir víðkaðar refleksivar førleikar í problemorienteraðum og tvørvísindaligum arbeiðsháttaløgum.

Ritgerðin verður skrivað í einum sjálvvaldum søguvísindaligum evni. Evnið skal góðkennast av vegleiðara ella útbúgvingarleiðara.  Til ber at skriva ritgerðina sum einstaklingur ella í bólki á í mesta lagi 3 lesandi.  Ein lesandi kann skriva í mesta lagi 31.500 orð, bólkur á tvey lesandi kunnu skriva í mesta lagi 40.500 orð, og  

bólkur á trý lesandi kunnu skriva í mesta lagi 50.000 orð.

Føroysk/norðurlendsk ritgerð skal hava enskt úrtak (abstract). Ensk ritgerð skal hava føroyskt/norðurlendskt úrtak. Endaliga próvtalið fyri masterritgerðina umfatar eisini úrtakið. Ritgerðin skal hava forsíðu við heiti á føroyskum og enskum, navni og lestrarnummari hjá lesandi, navni á útbúgving, deild og universiteti og ávísing av, hvussu mong orð eru, og hvør tilvísingarleistur verður nýttur. Eftir at masterritgerðin er latin inn, skulu lesandi til endaliga munnliga próvtøku, sum tekur støði í ritgerðini.

Nærri kunning um og krøv til masterritgerðina eru lýst í námsskipanini, skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.