Lokaritið
Bachelorútbúgvingin í í búskaparfrøði og virkisfrøði endar við einum lokariti,ð sum telur 15 ECTS. Í lokaritinum fáa lesandi høvið til at viðgera eitt sjálvvalt evni, við støði í tí teoretisku vitanini og teimum hagfrøðiligu og økonometrisku háttaløgunum, sum hava verið partur av útbúgvingini. Her er eisini høvið til at læra førleikarnar at umhugsa, skipa og leggja fram skrivliga eina viðgerð um eitt evni á dyggum teoretiskum støði.
Tilgongdin byrjar á fimtu 5. lestrarhálvu, har kunnað verður um lokaritið og vegleitt verður um formkrøv o.a. Í fimtu 5. lestrarhálvu skulu lesandi fylla út skjal við evnisvalinum og skriva eitt upprit (synopsis), sum skulu góðkennast av vegleiðaranum. Harumframt verða verkstovur í bæði fimtu 5. og sættu 6. lestrarhálvu, har uppmøting er krav.
Til ber at skriva lokaritið einsæris ella í bólki á í mesta lagi 3 lesandi. Verður lokaritið skrivað einsæris, skal tað vera í mesta lagi 20 normalsíður. (ikki íroknað myndir, grafar, formlar, talvur og annað tilfar til ritið, forsíðu, samandrátt, innihaldsyvirlit og bókmentalista). Um lesandi skriva í bólkið, verða 10 síður lagdar afturat fyri hvønn lim í bólkinum.
Lokaritið verður vart munnliga. Lesandi fara til próvtøku einsæris og próvtøl verða givin einsæris.
Nærri kunning um og krøv til bachelorritgerðina eru lýst í námsskipanini, skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.