Bachelorverkætlanin

Bachelorútbúgvingin í listaligum arbeiði endar við eini verkætlan og tilhoyrandi ritgerð, ið tilsamans telja 30 ECTS. Úrslitið av verkætlanini er eitt egið ritlista- ella tónlistarverk, sum svarar til endamál og læruúrtøkur fyri skeiðið, og sostatt kann verða góðkent sum fráfaringarverk. Verkætlanin verður løgd til rættis í samráði við ein vegleiðara, ið tann lesandi fær tillutað, sum skal vegleiða arbeiðið, meðan verkætlanin fer fram. Saman við ritgerðini skal verkætlanin skjalprógva førleikan hjá tí lesandi bæði at útinna listaligt arbeiði, ið svarar til ásettu læruúrtøkurnar, og at hugsa við refleksivari frásjón um list og egna skapanargongd.

Verkætlanir í Ritlist skulu vera 30-50 síður til longdar, ikki íroknað ritgerðina. Verkætlanir í Tónlist skulu vera 15-20 minuttir til longdar. Ritgerðin verður latin inn saman við verkætlanini og skalulu vera 10-15 síður til longdar. Ritgerðin skal skrivast sum ein ritroynd við ástøðiligari frásjón, har tann lesandi fær høvi at hugleiða um arbeiðsgongdina við endaligu verkætlanini og verkið, sum spyrst burturúr. Ritgerðin eigur at prógva evnini hjá studentinum at viðgera og nýta vísindaligt ástøði og háttalag. Tann lesandi velur evnið í samráði við vegleiðaran. Útbúgvingarleiðarin skal góðkenna, og dekanurin skal staðfesta evnið.

Nærri kunning um og krøv til bachelorritgerðina eru lýst í námsskipanini, skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.