Kunning til próvdómarar
Uppgávan hjá próvdómaranum
Uppgávan hjá próvdómara og undirvísara/vegleiðara er fyrst og fremst at meta um, hvussu og í hvønn mun førleikarnir hjá teimum lesandi eru í samsvar við læruúrtøkumál og onnur faklig krøv, ásett í skeiðslýsingini, námsskipanini og lestrarlistanum (pensum), sum tú fært frá undirvísara.
Uppgávan er lýst í próvtøkukunngerðini hjá Setrinum
§13. Undirvísari og próvdómari skulu í felag tryggja:
- at krøvini til eina próvtøku, munnliga ella skrivliga, eru í samsvari við orðaðu læruúrtøkurnar í kunngerðum, námsskipanum og skeiðslýsingum,
- at próvtøkukarmarnir eru í samsvari við tað, sum er ásett í skeiðslýsingini,
- at próvtøkan fer fram sambært galdandi reglum,
- at lesandi fáa einsháttaða og rættvísa viðferð, og
- at avrikini hjá teimum lesandi fáa álítandi próvdøming, ið eru í samsvari við reglur um próvtalagávu og aðrar reglur.
Stk. 2. Próvdómarin skal undir próvdømingini geva skrivligar viðmerkingar og grundgevingar fyri próvdømingini og próvtalinum. Viðmerkingarnar skulu seinni kunna brúkast sum grundarlag undir próvdómarans meting í møguligari kæru. Viðmerkingarnar skulu goymast í eitt ár.
§20. Ábyrgdarundirvísarin skipar fyri próvtøkuspurningunum. Próvdómari ella próvtøkunevnd skal góðkenna próvtøkuspurningarnar.