Útbúgvingarsíðan hjá bachelor í føroyskum

Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð, har tú sum lesandi verður sett/ur í miðdepil fyri læring.

Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum.  Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini og kunning um bachelorritgerðina.

Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti. 

Nærri lýsing av útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofilinum og í námsskipanini fyri B.A. í føroyskum.

B.A. í føroyskum

At lesa bachelor í føroyskum gevur tær grundarlag fyri fjøltáttaðum og spennandi starvsmøguleikum, har góðir málsligir førleikar og hollur kunnleiki í føroyskum og til bókmentir eru neyðugir, eitt nú í miðlum, á forløgum, í fyrisiting, á granskingarstovnum og í undirvísing. Gevið gætur, at eingin annar stovnur í heiminum bjóðar dygdargóðar útbúgvingar í føroyskum máli og bólkmentum, undirvísir á føroyskum og fremur gransking á altjóða stigi innan hesi øki. Umframt føroyskt mál og føroyskar bókmentir, veitir B.A. í føroyskum innlit í bókmentir og mál í hinum Norðurlondunum.

Bygnaður

Vallærugreinir á BA verða undirvístar saman við MA. Hesi skeið eru ymisk frá hálvu til hálvu. Hesi skeið kunnu vera málslig, bókmentalig ella samanrenning av báðum, eitt nú Tvímæli,  Politiska skaldsøgan ella Týðingarfrøði - so at dømi eru nevnd.

1. lestrarhálva2. lestrarhálva3. lestrarhálva4. lestrarhálva5. lestrarhálva6. lestrarhálva
Bókmenta-greining I
5 ECTS
Norrønt
10 ECTS
Vísindaástøði
10 ECTS
  Vallærugreinir
10 ECTS
Ljóð- og formlæra
10 ECTS
Málsøga
8 ECTS
Bókmentafrøði
5 ECTS
   
Bókmentasøga I
10 ECTS
Bókmentasøga II
10 ECTS
Setninga- og merkingarfrøði
8 ECTS
Vallærugreinir
30 ECTS
Vallærugreinir
30 ECTS
 
Samskifti og fjølmiðlar
5 ECTS
Bókmenta-greining II
5 ECTS
Norðurlendsk mál*
2 ECTS
  BA-ritgerð
20 ECTS
Norðurlendsk mál*
2 ECTS
     
* Studenturin skal til samans taka 2 norðurlendsk mál, ið eru 2 ECTS hvørt. Deildin velur, hvørjum málum undirvíst verður í frá ferð til ferð.