Próvtøkur
Øll skeið á Fróðskaparsetrinum enda við próvtøku. Próvtøkurnar skulu hóska til útbúgvingina og tryggja, at tann einstaki leasndi verður mett/ur sjálvstøðugt.
Próvtøkan kann, í ávísum førum, verða kravd uppmøting og virkin luttøka í undirvísingini. Próvtøkan kann eisini t.d vera samansett av kravdum innlatingum, umframt einari endaligari próvtøku.
Tann lesandi hevur høvi at fara 3 ferðir til próvtøku í sama skeiði. Um umstøðunar tala fyri tí, kann Lestrarskrivistovan eftir skrivligari og grundgivnari umsókn játta lesandi eitt 4. próvtøkuhøvi í sama skeiði.
Lesandi, ið ikki hava staðið skeið, sum ikki verður bjóðað út longur, skulu taka eitt skeið, ið er góðkent at koma í staðin fyri gamla skeiðið. Brúkt próvtøkuhøvi verða flutt til nýggja skeiðið og tann lesandi fær sostatt ikki 3 nýggj próvtøkuhøvi í hesum føri.
Les meira um próvtøkur í próvtøkureglugerðini, ið er at finna til høgru.
Nær eru próvtøkur?
Próvtøkur liggja vanliga í desembur og januar eftir heysthálvuna og í mai og juni eftir várhálvuna. Tó kunnu frávik vera frá hesum. Ávísar útbúgvingar hava próvtøkur onnur tíðpunkt.
Les meira um tær ymisku útbúgvingarnar á heimasíðuni undir skránni "Útbúgvingar".
Lesandi fáa upplýst próvtøkudagin skjótast gjørligt og í seinasta lagi í síðstu undirvísingarvikuni.
Próvtøkudagurin til bachelorverkætlan og masterritgerð verður tó ikki upplýstur fyrr enn eftir, at skrivliga avrikið er latið inn.
Innskriving til-/ melda frá próvtøku
Tá tú hevur tikið av tilboði um lestrarpláss, verður tú innskrivaður til allar próvtøkur, ið eru kravdar á útbúgvingini.
Til kravskeið ber ikki til at melda frá próvtøkuni uttan at missa eitt próvtøkuhøvi, uttan so at serlig viðurskifti gera seg galdandi hjá tí lesandi.
Tá talan er um valskeið ella stakskeið er innskrivingin bindandi 2 vikur eftir, at undirvísingin er byrjað. Eftir hesar 2 vikur kunnu lesandi ikki melda frá próvtøku uttan at missa eitt próvtøkuhøvi.
Prógv og útskiftir
Lestrarskrivstovan skrivar út prógv, tá lesandi hava staðið allar kravdu próvtøkurnar á útbúgvingini. Prógvið verður vanliga handað til árligu prógvhandanina í seinnu helvt av juni.
Á próvnum er tilskilað, hvørja útbúgving tann lesandi hevur staðið, og nær útbúgvingin er lokin.
Afturat próvnum fær tann lesandi eina útskrift av øllum skeiðum, sum viðkomandi hevur staðið, við próvtali og eitt Diploma Supplement, sum er eitt felags europeiskt skjal við lýsing av útbúgvingini, sum er lokin.
Lesandi á Fróðskaparsetrinum kunnu altíð fáa útskriftir av teimum próvtøkum, sum tey hava staðið higartil. Ein tílík útskrift fæst við at venda sær til Lestrarskrivstovuna.
Mist prógvið burtur?
Um eitt prógv er burturblivið, ber til at fáa avrit av upprunapróvnum á Fróðskaparsetrinum. Tað ber ikki til at fáa eitt nýtt prógv útskrivað.
Fyrispurningar í sambandi við prógv og útskriftir skulu stílast Lestrarskrivstovuni.