Starvslæran
Endamálið við starvslæruni á námsfrøðingaútbúgvingini er, at lesandi kunnu royna seg í verki, og megna at samantvinna ástøði og fakligan kunnleika við praksis. Í starvslæruni skulu lesandi harumframt royna seg sum námsfrøðing relationelt, kensluliga, sosialt og í samstarvi við bæði børn, samstarvsfelagar og foreldur/avvarðandi. Námsfrøðingalesandi fara í starvslæru á 1., 2.,3., og 4. lestrarári.
Starvslæran á 1. og 2. lestrarári er partur av grundskeiðum, har lesandi fara í starvslæru í 6 vikur á einum føroyskum stovni innan ávikavist dagstovnaøkið og serøkið.
Starvslæran á 3. og 4. lestrarári er partur av serlestri, har lesandi fara í starvslæru í 6 vikur á einum føroyskum stovni innan sernámsfrøðiliga og námsfrøðiliga økið.
Á 4. lestrarári er ein longri sjálvstøðug, einsæris starvslæra á 8 vikur, har til ber at fara í starvslæru annaðhvørt í Føroyum ella uttanlands. Í hesum sambandi kunnu lesandi eisini byrja at fyrireika og savna empiri til B.Ed.-verkætlanina.
Fyrstu trý lestrarárini er tað starvslærusamskiparin á námsfrøðingaútbúgvingini, sum setur seg í samband við og ger avtalur við stovnarnar, og tey lesandi fáa tillutað eitt starvslærupláss.
Í sambandi við ta longu, sjálvstøðugu starvslæruna á 4. lestrarárið, hava lesandi sjálvi ábyrgd av at velja sær, og at seta seg í samband við eitt starvslærupláss, sum er viðkomandi fyri teirra útbúgving. Útbúgvingarleiðslan skal tó góðkenna starvslæruplássið, og partarnir skulu í felag undirskriva eina starvslærukontrakt.
Á starvslæruplássinum fáa lesandi ein starvslæruvegleiðara. Ein miðvegisvitjan er fastur partur av starvslæruni, har undirvísarin á deildini vitjar starvslæruplássið og eftirmetir fyrru helvt av starvslæruni saman við starvslæruvegleiðaranum og tí lesandi.
Tá ið starvslæran er av, skal starvslæruvegleiðarin lata tí lesandi og lestrarfyrisitingini á Setrinum eina starvslærueftirmeting, sum prógvar, at tann lesandi hevur staðið starvslæruna.
Starvslærurnar á námsfrøðingaútbúgvingini enda við próvtøkum, sum taka støði í starvslæruni, og sum annaðhvørt eru skrivligar, munnligar ella samansettar.
Nærri kunning um starvslæruna fæst í námsskipanini, skeiðslýsingunum (skeid.setur.fo) og á Moodle.
Øll lesandi á námsfrøðingaútbúgvingini fáa eina starvslæruhondbók, áðrenn farið verður í starvslæru.