Útbúgvingarsíðan hjá master í føroyskum

Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð. 

Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum.  Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini og kunning um masterritgerðina. 

Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti. 

M.A. í føroyskum máli og bókmentum

Á masterútbúgvingini í føroyskum máli og bókmentum á Føroyamálsdeildini er tín menning og læring í miðdeplinum. At lesa føroyskt gevur tær grundarlag fyri fjøltáttaðum og spennandi starvsmøguleikum, har góðir málsligir førleikar og hollur kunnleiki í føroyskum og til bókmentir eru neyðugir, eitt nú í miðlum, á forløgum, í fyrisiting, á granskingarstovnum og í undirvísing. Eingin annar stovnur í heiminum bjóðar dygdargóðar universitetsútbúgvingar í føroyskum máli og bólkmentum og hevur sum skyldu at fremja gransking á altjóða stigi í føroyskum. Umframt føroyskt mál og føroyskar bókmentir veitir útbúgvingin í føroyskum innlit í bókmentir og mál í øðrum Norðurlondum. Eisini er møguleiki at taka samansett M.A. í føroyskum. Tá er føroyskt høvuðsgrein sett saman við hjágrein. Samansett M.A. gevur førleika at undirvísa í tveimum lærugreinum í miðnámsskúlunum.

Nærri lýsing av M.A.-útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofili og í námsskipan fyri M.A. í føroyskum máli og bókmentum.

Bygnaður

1.

lestrarhálva

2.

lestrarhálva

3.

lestrarhálva

4.

lestrarhálva

    

Staðarnavnafrøði
10 ECTS

Politiskt samskifti
10 ECTS

Tvímæli
10 ECTS

 

Skaldskapur
av mannamunni
uttan fyri roykstovuna
10 ECTS

Ritverkið hjá Steinbjørn B.
Jacobsen
10 ECTS

Mynd og orðlist 

í 20. øld
10 ECTS

 

MA ritgerð
38+2  ECTS

 

Nútíðarføroyskt
10 ECTS

Merkingarfrøði
10 ECTS

Stuttsøgan í føroyskum

 bókmentum
10 ECTS