Útbúgvingarsíðan hjá læraraútbúgvingini
Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er viðkomandi fyri tín lestur á Fróðskaparsetrinum. Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini, kunning um starvslæruna og bachelorverkætlanina.
Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti.
B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Sum útbúgvin fólkaskúlalærari verður tú før/ur fyri at at fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísing á øllum floksstigum í samsvari við teir karmar, ið lógir og kunngerðir áseta um undirvísingina. Ein fólkaskúlalærari skal somuleiðis megna at skjalprógva og menna undirvísingargongdir í ymiskum lærugreinum í grunddeild, miðdeild og hádeild fólkaskúlans. Ein útbúgvin lærari skal vera førur fyri at gjøllhugsa, kanna og meta um námsvísindaligar og fak-fakligar meginspurningar í síni heild. Útbúgvingin er granskingargrundað og á slíkum støði, at hon verður viðurkend í grannalondunum og sum grundstøði undir framhaldslestri.
Nærri lýsing av útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofilinum og í námsskipanini fyri B.Ed. sum fólkaskúlalærari.
Bygnaður
1.árið | 2.árið | 3.árið | 4.árið |
Undirvísing og læring I 10 ECTS | Undirvísing og læring III 10 ECTS | Undirvísing og læring V 10 ECTS | Vísindaástødi og háttaløg 5 ECTS |
Undirvísing og læring II 10 ECTS | Undirvísing og læring IV 10 ECTS | Undirvísing og læring VI 10 ECTS | BEd. verkætlan 15 ECTS |
Føroyskt á grund 20 ECTS
Støddfrødi á grund 20 ECTS | Linjugreina- lestur I 40 ECTS | Linjugreina- lestur II 40 ECTS |
Linjugreina- lestur III 40 ECTS
|
Starvslæra 3 vikar á 10 tímar |
Starvslæra 5 vikur á 10 tímar
| Starvslæra 5 vikur á 10 tímar | Starvslæra 5 vikur á 10 tímar |