Útbúgvingarsíðan hjá bachelor í søgu
Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð.
Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum. Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini og kunning um bachelorritgerðina.
Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti.
B.A. í søgu
Bachelorútbúgvingin í søgu gevur tær holla vitan um søguvísindaliga fakøkið og serkunnleika um føroyska søgu í altjóða høpi.
Tú fært góðar førleikar til at arbeiða arbeiði bæði á almenna og privata marknaðinum. Útbúgvingin tekur trý ár. Nøkur skeið eru kravd, og nøkur onnur ber til at veljakunnu veljast eftir egnum áhuga. Tvey tey fyrstu árini eru støðisár, har lærugreinir í ávísan mun eru tær somu, sum lesandi í sStjórnmálafrøði og samfelagsvísindum hava, eins og lesandi í Samfelagsvísindum.
Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleikar innan søguliga fakøkið. Lesandi fáa eina góða fatan av ástøði og arbeiðsháættum innan søguvísindaliga fakøkið, og hvussu hesi verða nýtt til at granska og tulka søguvísindalig evni. Á útbúgvingini ogna tey lesandi sær eisini royndir og dugnaskap í tvørvísindaligum arbeiðsháættum og spurdómsstýrdum kanningarverkætlanum.
Nærri lýsing av útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofilinum og í námsskipanini fyri B.A. í søgu.
Bygnaður
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva | 4. lestrarhálva | 5. lestrarhálva | 6. lestrarhálva |
10 ECTS | Føroysk nýtíðarsøga 10 ECTS | Vallærugrein 10 ECTS | 10ECTS | Vallærugrein 10 ECTS
| |
10 ECTS | 10 ECTS | 10 ECTS | 10 ECTS | 20 ECTS | |
Vísindaástøði og háttaløg 10 ECTS | Ritgerð I 10 ECTS | Grundskeið í 10 ECTS | 10 ECTS | Evnisøki 10 ECTS | |
Vallærugreinar á 3. lestrarhálvu:Grundskeið í stjórnmálafrøði (neyðug lærugrein fyri undirvísingarførleika í søgu á miðnámi)
Vallærugreinir á 4. lestrarhálvu:Búskapur og samfelag (neyðug lærugrein fyri undirvísingarførleika í søgu á miðnámi) Demokrati, valskipanir og veljaraatferð
Vallærugreinir á 6. lestrarhálvu:Globalisering og samfelagsbroytingar
|