Útbúgvingarsíðan hjá sjúkrarøktarfrøði
Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð.
Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum. Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini, kunning um starvslæruna og bachelorritgerðina.
Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti.
B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
Endamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi førleika til at kunna virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingur. Útbúgvingin gevur førleika til at útinna, miðla og leiða sjúkrarøkt, sum er heilsufremjandi, heilsuvarðveitandi, fyribyrgjandi eins og viðgerandi, endurmennandi og linnandi. Gevur førleika til at samstarva við sjúklingar, avvarðandi, samstarvsfelagar og aðrar fakbólkar. Harumframt førleika til at menna sjúkrarøkt, útinna menningararbeiði og gera nýtslu av granskingararbeiði á heilsuøkinum. Undirvísingin er grundað á gransking og evidens, og útbúgvingin mennir teir kritisku, greinandi og reflekterandi eginleikarnar hjá tí lesandi.
Nærri lýsing av útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofilinum og í námsskipanini fyri B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði.
Bygnaður
Lestrarhálva |
|
| ||
1. | Ástøðiligt tíðarskeið – Yrki og grundleggjandi tørvir 14 ECTS | Ástøðiligt tíðarskeið - Mannakroppur 16 ECTS | ||
2. | Ástøðiligt tíðarskeið - Sjúkrarøkt av somatisk sjúkum - I 15 ECTS |
| Ástøðiligt tíðarskeið - Sjúkrarøkt av somatisk sjúkum - II 15 ECTS | |
3. | Kliniskt sjúkrarøkt av somatisk sjúkum 15 ECTS | Ástøðiligt tíðarskeið - Sjúkrarøkt av bráð- og álvarsliga sjúk 15 ECTS |
| |
4. | Ástøðiligt tíðarskeið - Heilivágrokning 1 ECTS | Ástøðiligt tíðarskeið - Sjúkrarøkt av varandi sjúkum 11 ECTS | Kliniskt tíðarskeið - sjúkrarøkt av eldri og varandi sjúkum - I 9 ECTS | Kliniskt tíðarskeið - sjúkrarøkt av eldri og varandi sjúkum - II 9 ECTS |
5. | Ástøðiligt tíðarskeið - Heilsufremjandi og fyribyrgjandi sjúkrarøkt í samfelags høpi 10 ECTS |
| Kliniskt tíðarskeið - Sjúkrarøkt av børnum og familju 20 ECTS |
|
6. | Kliniskt og ástøðiligt tíðarskeið - sjúkrarøkt til sálarliga sjúk 16,5 ECTS |
| Kliniskt tíðarskeið - Rehabilitering. Góðskutrygging og - menning. Heilsutøkni 13,5 ECTS |
|
7. | Kliniskt tíðarskeið - I.V. og transfusiónsskeið 1,5 ECTS | Kliniskt og ástøðiligt tíðarskeið - Sjúkrarøkt: Relatión í stutta møtinum 10,5 ECTS | Kliniskt tíðarskeið - Sjálvstøðug yrkisútinning og leiðsla 18 ECTS | |
8. | Ástøðiligt tíðarskeið - Verkætlanarlýsing 10 ECTS |
| Ástøðiligt tíðarskeið - Bachelorritgerð 20 ECTS |
|
Samlað ECTS | 240 |
|
|
|