Útbúgvingarsíðan hjá mýlalívsvísindi

Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð. 

Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Setrinum.  Her finnur tú eisini námsskipanina fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini og kunning um bachelorritgerðina. 

Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti. 

B.Sc. í mýlalívsvísindum

Útbúgvingini B.Sc. í mýlalívsvísindum gevur tær kunnleika og førleikar til, at arbeiða innan mýlalívsvísindi ella halda fram við víðari lestri uttanlands. Í útbúgvingini fært tú eina grundleggjandi vitan um lívfrøði, men við høvuðsdenti á mýlalívsvísindi. Útbúgvingin tekur útgangsstøði í, og hongur saman við lívfrøðini, sum vit síggja úti í náttúruni og í okkum sjálvum. Við hesi útbúgvingini fært tú  eitt grundleggjandi og breitt innlit í mýlalívsvísindi. Lært verður um, hvussu mýl, so sum DNA, RNA og protein, virka og samstarva í kyknum, og víðari hvussu kyknur virka og samstarva í organismum. T.d. verður hugt at,  hvussu broytingar í  DNA kunnu viðføra elva til ílegutoengdar sjúkur. Eisini verður undirvíst í, hvussu bakteriur virka, og hvussu tær ávirka okkum, bæði jaligat og neiligat. 

Nærri lýsing av útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofilinum og í námsskipanini fyri B.Sc. í mýlalívsvísindum.

Bygnaður

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva 

6. 
lestrarhálva 

Fróðskaparhegni,
vísindaástøði
og etikkur

(7,5 ECTS, aug-des)

Jørð, hav og luft I

(7,5 ECTS, jan-mai)

Lívevnafrøði

(7,5 ECTS, aug-okt)

Arvalæra

(7,5 ECTS, jan-mai)

Eiturvistfrøði og dálking

(7,5 ECTS, aug-okt)

 

Mýlsk starvs-
stovuháttaløg

(7,5 ECTS, jan-feb)

Støddfrøði og
hagfrøði fyri
lívfrøðingar

(7,5 ECTS, aug-des)

Vistfrøði á landi

(7,5 ECTS, jan-mai)

Mýlsk
kyknulív-
frøði I

(7,5 ECTS, okt-des)

Humanfysiologi

(7,5 ECTS, jan-mai) 

Mýlsk kyknulívfrøði II

(7,5 ECTS, aug-okt) 

Bachelor-
verkætlan

(22,5 ECTS, feb-mai)

Plantur og djór í Føroyum

(7,5 ECTS, aug-des)

Almenn og ólívrunnin evnafrøði

(7,5 ECTS, jan-mars)

Havlívfrøði

(7,5 ECTS, aug-okt)

Smáveralívfrøði

(7,5 ECTS, jan-mars) 

Eiturfrøði

(7,5 ECTS, okt-des)

 

Almenn
lívfrøði

(7,5 ECTS, aug-des)

Lívrunnin evnafrøði

(7,5 ECTS, mars-mai)

Rannsóknar-
ætlan og
dátugreining

(7,5 ECTS, okt-des)

Feltskeið í vistfrøði

(7,5 ECTS, mars-mai)

Bioinforma-
tikkur í verki

(7,5 ECTS, okt-des)