Embætisritgerðin

Embætisritgerðin á útbúgvingini Embætisprógv í lóg verður skrivað á triðju 3. og fjórðu 4. lestrarhálvu og telur tilsamans 20 ECTS. Ritgerðin má sýna løgfrøðiliga fatan á høgum stigi. Ritgerðin verður latin inn í tveimum innlatingum, fyrri partur móti endanum á triðju 3. lestrarhálvu, og seinni partur í endanum á 4.fjórðu lestrarhálvu. Lesandi mugu velja evni, ið skal verða góðkent av útbúgvingarleiðaranum seinast við byrjan av 3. lestrarhálvu. Ritgerðin verður skrivað undir vegleiðing av vegleiðara, sum útbúgvingarleiðarin hevur góðkent.

Ritgerðin er einstaklingsaavrik, og hvør lesandi fær bjóðað í alt 10 tímar vegleiðing. Fyri at stuðla teimum lesandi í fyrireikingini til ritgerðina verður skipað fyri ritgerðarseminari  á 3. lLestrarhálvu.  Ritgerðin verður vanliga skrivað á føroyskum við enskum samandrátti. Fyrra innlatingin skal hava trupulleikaorðing, fyribils lestrarlista og innihaldsligar partar, sum í vavi svara til í minsta lagi helvtina av ritgerðini. Fyrra innlating verður einans próvdømd sum staðin ella ikki -staðin. Treytað av, at innlatingin er staðin eftir meting hjá vegleiðara og uttanhýsis próvdómara, kann tann lesandi fara víðari til seinna partin. Seinna innlatingin er tann samlaða lidna ritgerðin og verður próvdømt eftir 7- talsstiganum.

Embætisritgerðin skal vera í minsta lagi 40 síður (96.000 tekin við millumrúmi og fótnotum) og í mesta lagi 50 síður (120.000 tekin við millumrúmi og fótnotum). Ritgerðin verður próvdømd uttan munnliga verju.

Nærri kunning um og krøv til embætismasterritgerðina eru lýst í námsskipanini, skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.