Skriva út
Prógvhandan
Við lestrarársenda í juni verður skipað fyri felags prógvhandan fyri tey lesandi, sum hava staðið endaligt prógv. Eisini verað tey, sum hava staðið prógv síðani seinastu prógvahandan, boðin við til hátíðarhaldið. Tiltakið er ein stór hátíðarløta, har vit siga tykkum, ið hava staðið prógv farvæl og hátíðarhalda hetta saman við tykkum og tykkara nærmastu, sum eru vælkomin at luttaka til tiltakið.
Lesandi, ið væntandi standa prógv, og tey, sum hava staðið prógv síðani seinastu prógvhandan, fáa innbjóðing sendandi frá Lestrarskrivstovuni.
Ber ikki til at møta til prógvhandanina, so setir Lestrarskrivstovan seg í samband við teg fyri at avtala við teg, hvussu tú fært prógvið.